Røðin leggur dent á at geva næmingunum kunnleika, sum byggir á innlit og evni at síggja sambond. Í tilgongdini verður dentur lagdur á at lýsa og greina og at eggja næmingunum til at finna svarini sjálv. Røðin fevnir bæði um altjóða og heimlig viðurskifti. Aðalmálið er at gera næmingarnar førar fyri betur at skilja heimin og tilveruna.
Endurminningar hjá høvundinum Heðini Brú, frá barnaárunum í Skálavík til tey fyrstu árini í starvi sum landbúnaðarráðgevi.
Endurminningar hjá høvundinum Heðini Brú, frá barnaárunum í Skálavík til tey fyrstu árini í starvi sum landbúnaðarráðgevi.
Mæta russiska skaldið Leo Tolstoj livdi 1828-1910. Lívsverk hansara fyllir 95 tjúkk bind. Hetta er eitt savn við stuttsøgum, sum Leo Tolstoj hevur skrivað, hugvekjandi lesnaður, ið sigur okkum, hvussu lívið eigur at verða livað, hóast trupulleikar kunnu verða.

Bókin er ein dokumentarfrásøgn frá flogvanlukkuni í Mykinesi 26. september í 1970, tá 8 fólk doyðu. Vit fylgja ferðafólkunum og manningini, bæði dagarnar undan vanlukkuni, í flogfarinum til Føroya, og eftir vanlukkuna.
Saurons megi hava hertikið tað mesta av Gondor, og tað áður so stolta kongaríki leggur teirra lagnu í hendurnar á Aragon, sum leitar sær hjálp hjá gandakallinum Gandalf og konginum Rohan. Ímeðan eru hobbittarnir Frodo og Sam á veg til Mordor, hvar teir ætla at kasta ringin í Eldfjallið. Um hetta eydnast, kan kríggið vinnast einaferð med alla
Triðja bókin í røðini um lítlu gentuna Petité, sum varð rænd av víkingum og nevnd Ása. Nú er hon ung genta og er vorðin væl við høvdingasonin Torfinn. Hann fer á víkingaferð, veturin líður, og eingin drongur kemur aftur. Øll halda hann vera deyðan, men so ein dagin daga skipini úti í havsbrúnni.... og Ása er eydnurík. Undanfarnu bøkurnar í røðini eru: Drekaskipið og Gylta svørið.
Tað er hugvekjandi, at Líggjas hevur valt at geva eina bók út um hesi fólkini. Hon snýr seg ikki einans um Mallus og Lingu, men fólkini rundanum tey, sum hann eisini lýsir.Sera óvanligt at hesi koma í bók. Ikki tí, Líggjas kundi sanniliga skrivað um tey, sum hava verið í fremstu røð,tí tey kennir hann og hevur verið millum. Tí er tað sera áhugavert, at hann júst heiðrar hesi fólkini. Gjørdi hann tað ikki, varð tað helst ikki gjørt.Tað skal Líggjas hava takk fyri.
Bókin er í seks pørtum: Heimsins fólk, Jørð, matur og landslag, Býir, Vinnulív í heiminum, Orka, og at enda Landafrøði og politikkur. Røðin leggur dent á at geva næmingunum kunnleika, sum byggir á innlit og evni at síggja sambond. Í tilgongdini verður dentur lagdur á at lýsa og greina og at eggja næmingunum til at finna svarini sjálv. Røðin fevnir bæði um altjóða og heimlig viðurskifti. Aðalmálið er at gera næmingarnar førar fyri betur at skilja heimin og tilveruna.

Skúlabók til 7. flokk: Landafrøði 1 snýr seg um náttúrulandafrøði og viðger náttúruna á jørðini í fýra pørtum: Jørðin og kortini, Jarðarskorpan - grundarlag fyri lívi, Veðurlag og vøkstur og Vatnið á jørðini Røðin fevnir bæði um altjóða og heimlig viðurskifti. Aðalmálið er at gera næmingarnar førar fyri betur at skilja heimin og tilveruna.

Ása er væl við høvdingasonin Torfinn. Hann fer á víkingaferð, men kemur ikki aftur. Øll halda hann vera deyðan, men so ein dagin daga skipini úti í havsbrúnni og Ása er eydnurík. Men fer hon at tora at siga honum frá, hvaðani hon er komin?
Frásøgukvinnan í skaldsøguni er miðskeiðis í trýssunum og sannkennir av álvara, at tann stytsti teinurin í lívinum er eftir. Sagt verður frá mammuni, sum er á ferð úr lívinum, og samstundis í brotum, hvussu tilveran hevur verið fyri hana og dóttrina.