, ,

Mánasteinur, fløga

Árið er 1918, og úr Reykjavík sæst, hvussu Katla goysir eld og málar luftina nátt sum dag. Hóast náttúruvanlukkur, kolatrot og kríggið, sum herjar úti í hinum stóra heimi, gongur lívið í høvuðsstaðnum sína vanligu gongd. Íslendingar fyrireika seg til at gerast sjálvstøðug tjóð. „MÁNASTEINUR“ er ein meistaralig skaldsøga, har ógviliga ymiskir heimar – filmur, kynslív, ein farsótt og sjálvstýrið hjá einari tjóð – verða vovnir saman í eina vakra og samandrigna søgu.

149,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Eitt dýpi av dýrari tíð, MP3

Bókaraðið er Nú ert tú mansbarn á foldum, Lýsir nú fyri tær heimurin, Leikur tín er sum hin ljósi dagur, Markleys breiðist nú fyri tær fold, Eitt dýpi av dýrari tíð, Í andgletti, Bláfelli

249,00 kr.
Vís meira
, ,

Eitt dýpi av dýrari tíð, fløga

Bókaraðið er Nú ert tú mansbarn á foldum, Lýsir nú fyri tær heimurin, Leikur tín er sum hin ljósi dagur, Markleys breiðist nú fyri tær fold, Eitt dýpi av dýrari tíð, Í andgletti, Bláfelli

249,00 kr.
Vís meira
, ,

Og Mamma! fløga

Omma er farin í song, og hon er fúkandi ill við meg, tí tú hevur oyðilagt henni troyggjuna í vaskimaskinuni. So tú vekir hana IKKI, segði abbin, og nú var fremstifingur beint við nevið á Morgunfríða. Hasin hundurin hjá tær er ikki ov klókur. Hann hevur ikki hønuvit og mamma.Er mamma tín eisini tollut? spurdi abbin.Ein rúgva av misskiljingum, ein rúgva av hugflogi og ein sera skemtilig søga!

149,00 kr.
Vís meira
, ,

Lagnan, MP3

Tilburðirnir í hesi skaldsøgu fara fram í tíð, sum liggur frammanundan trúbótini, og dámurin frá ógvusligum føroyskum sagnum er yvir henni. Hagamørk verða ásett og flutt við glíming partanna millum. Knívurin er eisini á lofti í hesum bardaga, helst helst í loyndum. Havrekar koma úr Noregi til Føroya og verða verandi her. Men gamla føroyska bóndasamfelagið er ikki rummiskt við hesar menn.Bøndur, fullir av ognargirnd standa fyri teimum, og girndin gevur hvørki eftir fyri drápi ella skálkagerðum.

299,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Lokaða landið, fløga

Børnunum í 5. B dámar væl í smáttuni á Ternuryggi, men ein dagin síggja tey sigarettstubbar í einari skál á borðinum. Hvør hevur verið har? Tí tey kenna ongan, sum roykir. Tá hetta endurtekur seg mugu tey fara at fáa greiðu á, hvat hetta er. Samstundis fáa børnini ein hvøkk, tí Jóhanna svímar ein dagin, tey eru og svimja. Hon verður innløgd fyri etingarólag, og onkur má hjálpa teimum at skilja, hvat hetta er, og hvussu tey kunnu hjálpa Jóhannu.

149,00 kr.
Vís meira
, ,

Offurmorðið, MP3

Antropologurin, Alisa, fer til Kolumbia at granska kynsímyndir í tí stak mansliga tarvafektaraumhvørvinum. Ein dagin sær hon eitt møguligt morð, sum hon sían saman við tarvafektaranum, Javier Cortés, roynir at avdúka. Áðrenn tey vita av, enda tey langt inni í frumskóginum í hóslag við bæði indianarar, paramiliter herlið og kommunistiska uppreistarherin, FARC.

299,00 kr.
Vís meira
, ,

Offurmorðið, fløga

Harry Potter 1, MP3

11 ára gamli Harry Potter verður bjargaður undan óreinu stjúkforeldrum sínum og fær at vita, at hann er ein gandakallur.

299,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Drekaskipið, fløga

10 ára gamla Petite, dóttir ein riddara í stóra Frankaríki, verður tikin fangi og gjørd trælur í Svøríki. Spennandi, løtt lisin søga úr víkingatíðini

149,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Rannvá, MP3

Søga bygd á frásøgnina um Rannvá í Skúvoy, sum kemur illa fyri við kommandantinum á Skansanum og verður dømd at búseta seg í óbygdum.

199,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Javnlíkar, MP3

Jones er bóndi, men hann er latur og drukkin í tíð og úrtíð. Hann misrøkir kríatúrini, og ein dagin gloymir hann at leggja fyri tey. Tá er innistøðuni ovboðið, og tey reisa seg ímóti hesum fullkomna óskilinum. Teir, ið standa fyri uppreistrinum, eru uppreistrinum, eru gøltarnir Napoleon og Snowball. Teir streingja tað heit at skipa garðin av nýggjum í rættvísi og til gagns fyri øll. Nú verður tað animalisma, ið fer at ráða.

199,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Javnlíkar, fløga

, , , ,

Landafrøði 3, MP3

Røðin leggur dent á at geva næmingunum kunnleika, sum byggir á innlit og evni at síggja sambond. Í tilgongdini verður dentur lagdur á at lýsa og greina og at eggja næmingunum til at finna svarini sjálv. Røðin fevnir bæði um altjóða og heimlig viðurskifti. Aðalmálið er at gera næmingarnar førar fyri betur at skilja heimin og tilveruna.

249,00 kr.
Vís meira
, ,

Vinurin - Tey í 5.B. 2. fløga

Bókin er ein spenningssøga og viðger fyrst og fremst hetta við, at børn kjatta inni á netinum og kanska ikki vita av, hvørjum tey í grundini kjatta við. Tvs. hon setur fokus á evnið at ansa eftir børnum og teirra atferðum í sambandi við teldu. Anna hevur ein kjattvin á netinum og ger av at hitta hann. Einasta, sum veit um hetta, er vinkonan Barbara, sum ikki er heilt álvulig við tankan um, at Anna skal hitta ein, hon ikki kennir.

149,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Páll fangi, fløga

Tá ið pápi Páll doyr, verður Páll lagdur undir at hava beint fyri honum við eitri, og tí flýggjar og goymir hann seg í fjøllunum í Kalsoynni. Men Páll sleppur ikki so, men verður tikin og settur í Skansan. Hann flýggjar og goymir seg í fjøllunum, men verður aftur tikin og settur í Skansan. Hetta er ein nýskrivað søga um Páll Fanga, har høvdundurin gevur henni ein nýggjan, øðrvísi enda ...

149,00 kr.
Vís meira