Stuttlig søga um seks ára gamla Fróða og ommu hansara, sum finnur upp á alt møguligt.
Søga fyri ung. Tær báðar Jonna og Gloria eru vinkonur. Tær sleppa at ganga í frið í skúlanum, líka til tær hava verið í einari veitslu, og mynd av Gloriu verður løgd út á netið, og ein bólkur verður gjørdur, sum eitur Hata horuna. Jonna velur at hevna hetta, og tað fær álvarsamar avleiðingar, bæði fyri Jonnu og Gloriu, men eisini fyri happaran.

Matuppskriftir til soltnan og heilsugóðan mat, og sum hóska til teirra, ið hava diabetes, hjartasjúkur og æðrakálking.
Lívfrøði 3 er seinasta næmingabókin í bókarøðini til lívfrøði í framhaldsdeild fólkaskúlans. Bókin er sum tær báðar undanfarnu næmingabøkurnar býtt í 4 partar.
Frá gamlari tíð hava 5 býlingar verið rundan um vágna og Borðoyarvík, í Vági, á Uppsølum, í Gerðum, á Myrkjanoyri og á Oyri.
Torkil hevur lagt døtrum sínum eina við, at tað er vandamikið at fara einsamallar frá húsum.Gentur mugu ikki ríða einsamallar,tí ikki allir vallarar hava góðar ætlani.Kortini fer Katrin einsamøll á rossabaki í kirkju ...Tá ið ein vallari seinni kemur til garðin hjá Torkili og tekur reyða serkin, ið Katrin var í um morgunin, upp úr pjøkanum,verður Ása ræðslusligin. Torkils døtur er nýskrivað søga, ið byggir á kvæðið Torkils døtur.Evnið í søguni er frá miðøld.
Frá gamlari tíð hava 5 býlingar verið rundan um vágna og Borðoyarvík, í Vági, á Uppsølum, í Gerðum, á Myrkjanoyri og á Oyri.
Fimta bókin er um handil og fiskivinnu, Fabrikkina hjá Østrøm í Rættará og demografisku menningina 1816-1909 og kommunal viðurskifti sama tíðarskeið. Eisini eru yvirlit yvir kommunustýrislimir 1866-1909 og limir í ymsum øðrum almennum nevndum.
Drós er ein genta, ið verður illa happað í flokkinum. Hvør dagur er eitt stríð at koma ígjøgnum. Ein dagin kemur ein nýggj genta í flokki, sum torir at taka sjálvstøðugar avgerðir og at velja hvønn hon vil at vera saman við. Henda gentan og Minomman, sum Drós vitjar, tá vónloysi er størst, verða bjargingin hjá henni.

Jarnfrystu vetrarmánaðirnar um árskiftið 1944-45 flýggjar eitt lítið norskt húski undan krígnum. Illa sperd og í dýrastu neyð fara tey til gongu tvørtur um norðurnorsku fjøllini móti trygdini handan svenska markið.

Í bókini verður lívfrøði sæð úr einum føroyskum sjónarhorni. Í bókini eru fýra partar. Fyrsti partur er um náttúrusøgu, annar partur er um lívið undir sjóneykuni, triði partur er um mannakroppin, og fjórði partur er um lívfrøði í verki.

Í bókini greiða fimm kvinnur í Føroyum frá sínum harðskapsrakta parlagi, og hvussu tær reistu seg og megnaðu at koma úr tí aftur.