Tá ið eingin er eftir at lurta eftir áarløkinum, heldur løkurin kortini fram at renna.
Eg helt at tú hevði hugsað um meg hesa løtuna, men tað var ein misskiljing. Tú hevði ongantíð hugsað um meg. Tað sást ikki á mær at eg var keddur um tað, men í mínum innara manni kyknaðu eldar í deyðagrasi, ið vóru torførir at sløkkja. Mín innari maður brann til øsku eftir lítlari løtu.
”Við verkinum vil eg lýsa tað at koma seg av einari psykosu. Bókin byrjar við at lýsa tær traumatisku hendingarnar, sum eru við til at forma sjúkuna hjá egnum. Soleiðis er tað í teimum flestu førinum av psykosu, at tað er trauma sum útloysir røddirnar,paranoia ella sjónshallustinatiónir.Men hetta vil psykiatrin ikki viðurkenna,hon metir at fólk gerast sjúkari av at tosa um sína fortíð,sum absolutt ikki gevur nakra meining,tey flestu noyðast at grava í sína lívssøgu fyri at gerast frísk.