, ,

Magnus Heinason -

Søgan um Magnus Heinason, sum eftir ósemju og tvídrátt við Kristoffur Valkendorf, var dømdur til deyða og hálshøgdur.

149,00 kr.
Vís meira
, ,

Vegurin hjá ormi yvir klettin

Einkjan Tea býr í einari bygd millum Lycksele og Norsjö inni í Västerbotten. Inntøku hevur hon onga, og aftur fyri fátækdømi sítt noyðist hon at rinda keypmanninum við kroppi sínum á sovibríkini.

129,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Navnleysir vegir

Ein hjartanemandi søga, ið við sínum smásøgum er mentanarsøgan hjá norðurlendsku undirstættini Ragnar og Ívar eru brøður, ið vaksa upp undir hørðum korum.

188,00 kr.
Vís meira
, , , ,

Í morgin er aftur ein dagur,fl

Skaldsøgan fer fram í Havnini stutt eftir alda­skiftið 1900, og tær sosialu og søguligu rembingarnar verða beinleidis brúktar í søgugongdini.

299,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Blómugrót

Yrkingar á tremur við myndum og metaforum, sum snúgva seg um identifikatión og uppgerð, eins og tær lýsa og gera viðmerkingar til tóma og innhaldsleysa tilveru, ið er grunn og bundin at njóting.

129,00 kr.
Vís meira
, , , , , , ,

Hin klóka æðan

Myndabók, ið er grundað á eina sanna søgu úr Hesti. Um eina fitta ommu, ið hjálpir tveimum oljudálkaðum æðum.

140,00 kr.
Vís meira
, ,

Bræddur firvaldur

Lykilin er helst undirtittulin, sum boðar frá, at tekstirnir snúgva seg um tómleikan millum orðini, um hesi millumrúm, sum orðaleys bera alt innihaldið.

148,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Horvnir menn

Søgurnar, sum viðgera tilveruspurningar, øll menniskju í okkara samtíð mugu seta sær, noyða, á gátuføran hátt, lesaran at sjálvur taka støðu til viðbrekin viðurskifti í lívinum.

198,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Brahmadellarnir (18)

Søgan byrjar í Havnini í 1846. Hon er um teir tríggjar brahmadellarnar og um onnur hampafólk, sum livdu tey árini, tá so nógv broyttist í Føroyum. Hetta er eisini ein søga um harðskap, svik og politikk í 1990unum.

298,00 kr.
Legg í kurv
, ,

5,8 % av dupultmorali

Yrkingasavnið um dupultmoralin, lívsins skuggasíðu, villandi átrúnaðin.

149,00 kr.
Vís meira
, ,

Javnlíkar

JAVNLÍKAR er søgan um kollveltingina, ið miseydnaðist. Hetta er speiska søgan um, hvussu rot stendst av valdi, hvussu vald oyðileggur góðar hugsjónir.

169,00 kr.
Vís meira
, , , ,

Popptónleikur úr Vittula, mp3

Popptónleikur úr Vittula er skaldsøgan um dreingirnar Matti og Niila og uppvøkstur teirra í bygdini Vittulajänkkä í Norðursvøríki. Søgan fer fram í 60'unum og 70'unum, tá ið nýggja tíðin umsíðir kemur til fjarastu avbygdirnar í Svøríki.

299,00 kr.
Vís meira
, ,

Stjørnudust 1

Yrkingasavn. Føroyskar yrkingar í tíðarskeiðinum 1800-2000.

198,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Stjørnudust 2

Føroyskar kærleiksyrkingar frá kvæðunum til í dag.

198,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Popptónleikur úr Vittula, fløg

Popptónleikur úr Vittula er skaldsøgan um dreingirnar Matti og Niila og uppvøkstur teirra í bygdini Vittulajänkkä í Norðursvøríki. Søgan fer fram í 60'unum og 70'unum, tá ið nýggja tíðin umsíðir kemur til fjarastu avbygdirnar í Svøríki.

299,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Kringvindar, yrkingar

Yrkingarnar eru um nýføðingin, lívsins undur, sum verður samanborin við eina stjørnumynd, her er haiku í einum humoristiskum málburði og heilsanir til grundarlagið undir øllum: natúruna, sum vit øll fyrr ella seinni gerast partur av.

98,00 kr.
Legg í kurv