Hon er hægri enn eg helt, ella eru tað skógvarnir? Pen hálsketa. Bara heilt tekkilig, og so í knallreyðum jakka, eitt herligt statement, og hevur valt at hava eitt sindur av frástøðu, ja, hví ikki, ein passalig avbjóðing, ein standmynd, vakurt. Hjá hasari lítlu eru skapini í lagi, men tað er øgiligt, sum hon tosar nógv, stuttlig typa. Handan við fittu nøsini og høgu kinnabeinunum og oyraringunum tykist eitt sindur mammulig og etablerað, nei ikki etablerað, bíløgd. Ú søguni Tarvafektarin.
Bókin snyr seg um Óla Hammer, sum stovnaði felagið Smyril-Line. Hann var eisini við til at byggja nýggju 'Norrønu', ið røkir siglingina millum Føroyar og nærmastu grannalondini, aftaná Tjaldrið hjá Skipafelagnum gavst at sigla millum lond seinast í 1960unum. Bókin tekur saman um tíðarskeiðið frá 1975 til 2005, tá Óli Hammer gavst sum stjóri í Smyril-Line.
Ein maður liggur til at doyggja á landssjúkrahúsinum, tí eitt mistak er hent. Men hví er tað komið so langt? Og hvør hevur ábyrgdina? Samstundis er politisk kapprenning um, hvussu Føroya Sjúkrahúsverk skal skipast í hæddini. Deyðasjúki maðurin og sjúkrahúsverkið eru høvuðspersónarnir í skaldsøguni, Gloymdur, sum byggir á veruligar hendingar.
Eitt slag av málsligari rannsókn, bæði spølin og álvarsom. Trý tey fyrstu ørindini eru grundin undir øllum teimum seinnu ørindunum.Byrjanin hevur tí treytað og bundið tað, sum aftaná kemur, innihaldsliga, ikki raðfylgjuna, men endaligi fáningurin er blind tilvild. Niðurlagið endurspeglar og ekkóar, so ella so, eitt menniskjaligt andsvar til úrtøkuna úr hvørjum ørindi sær. Og endaorðini seta i yvir prikkin ella øvugt.
Tann fátæki og einsamalli Ólavur Kárason ljósvíkingur er vorðin vaksin og skald. Hann býr saman við unnustuni í eini træsmáttu uppi í brekkuni. Hon arbeiðir á fiskastykkinum, og hann vakir yvir sjúkum barni. Stríð er í bygdini millum felagið hjá arbeiðsfólkinum við Jens Føroyingi á odda og teir, ið ráða fyri borgum. Eisini skaldið verður drigið inn í ósemjuna, hóast Ólavur Kárason vil vera partleysur og bara vil yrkja og skriva.
Forfylging. Líðing. Flýggjan. Dagligur gerandiskostur. Um allan heim. Yrkingin hjá Nelly Sachs er enn líka áleikandi í sínum evni, líka egin í síni útsøgn. Nelly Sachs var fyrsta kvinna sum - í 1966 - fekk bókmentavirðisløn Nobels fyri bundnan skaldskap.
Hetta eru samtíðarsøgur um kvinnur í ymsum aldri; frá smágentum til tilkomnar kvinnur. Flestu teirra eru onkursvegna avbyrgdar í sínari støðu í gerandisdegnum og eru nú á einum vegamóti. Spurningurin er, um kvinnurnar megna at broyta sína støðu, ella um tær mugu sættast við tað, sum er. Í fleiri av søgunum er huglagið dapurt, men kortini hómast vón og møguleikar fyri broyting - og kanska á ein øðrvísi hátt enn tað kvinnulívið, tær annars høvdu ímyndað sær.
Í sárunum, vit hvør geva øðrum, ella um tað er sama sárið, sum fyri hvørja ferð verður eitt sindur størri, djúpari, so hava vit plantað eitt barn, tvey børn, og frá hesum sárunum skulu børn okkara vaksa fram. Hetta er ein kærleikssøga. Ein móðir sigur nýfødda barni sínum frá teimum hendingum, sum hava havt hetta barnið við sær. Tað eru søgur um drúgva sjúku, einsemi og sorg. Um ræðsluna fyri at elska onkran, men kortini tora.
Í bókini er blandað tilfar frá og um Gjógv: Yrkingar, frásagnir, stubbar, søgur, brøv o.a.
Bókin um Hans Andrias er ein bókmentalig ævisøga. Í hesum liggur, at høvuðsdenturin er lagdur á at umrøða og viðgera skaldsins bókmentaligu tekstir og - í summum førum – kanna eftir, um ævisøguligar upplýsingar kunnu varpa ljós á einstakar teirra.
Skaldsøga um manningina á sluppini Ørnini undir fiskiskapi í Íslandi og heima millum túrar. Um handil, stættastríð, átrúnaðarligar rembingar og kærleika á bygd og í bý í tríatiárunum.
Skaldsøga. Um drongin Høgna og uppvøkstur hansara i einari føroyskari bygd í 1920-árunum. Mamman er hørð av sær, og Høgni droymir seg ofta burtur úr gerandisdegnum.
Skaldsøga um manningina á sluppini Ørnini undir fiskiskapi í Íslandi og heima millum túrar. Um handil, stættastríð, átrúnaðarligar rembingar og kærleika á bygd og í bý í tríatiárunum.
Skaldsøga. Um unga drongin Høgna og lív hansara sum sjómaður. Høgni mennist og fær at enda Gunnvá, sum hann hevur droymt um frá barnsbeini av.
Skemtilig søga um fátæka bóndadrongin, sum við sviki kemur sær fram sum stórhandilsmaður í Oslo í tíðini fyri fyrra heimsbardaga.
Tá ið fyrri veraldarbardagi brast á, og høvundurin varnaðist alla týningina og sá, hvussu vesturlendska siðmenningin syndraðist, gjørdi hann av at skriva sína egnu útgávu av skapanarsøguni, og hvussu siðmenningin hevur tikið seg fram. Hvør partur lýsir tann virkisfúsa einstaklingin og seiggið í honum. Hann verður rikin fram av einihvørjari úttrá og stremban eftir onkrum meira og øðrvísi, og soleiðis setur hann ferð á menningina. Hesin einstaklingurin er altíð mannfólk.