, , , ,

13 í longsli

Ein skakandi og hjartanemandi søga um Astrið, sum eigur ein beiggja, sum hevur tikið lívið av sær.Astrid má stríðast fyri at fóta sær aftur og at fyrigeva. Skuldarkenslurnar gera tað tungt at liva víðari, men tað ber til.

150,00 kr.
Vís meira
, , , ,

Tsatsiki og Retzina, fløga

Tsatsiki gongur í fjórða flokki, og heima í Parkgøtu eru bæði lítlasystirin Retzina og Mortan Pissrotta flutt inn. Tsatsiki leggur til merkis, at tað kann vera rættiliga strævið, tá ið nógv fólk eru í húsi.

199,00 kr.
Vís meira
, , , ,

Tsatsiki og kærleikin, fløga

Tsatsiki er 10 ár. Í summarfrítíðini er hann hjá familjuni í Grikkalandi, har abbin liggur at doyggja. Heimafturkomin til Svøríkis fer Tsatsiki í fjórða flokk, og um jóltíðir verður hann stóribeiggi.

199,00 kr.
Vís meira
, , , , , ,

Hvítar blómur í Gulu ánni

Lea er ættlædd úr Kina og býr í Týsklandi. Søgan er ein ferð aftur í upprunalandið og er samstundis ein ferð inn í sinnið, sum stríðist við spurningar um, hvør tú ert, og hvørt tú ert óynskt her á fold, ella um tú hevur onkran góðan.

140,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Ferðin við Morgunvallaranum

Lovisa og Edmundur og systkinabarnið Eustace standa og hyggja at einari mynd av einum skipi, og knappliga verður myndin livandi og ikki nóg mikið við tí, hon dregur tey trý børnini inn í seg, og tey enda umborð á Morgunvallaranum.

80,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Bara Tsatsiki, fløga

Tað gongst væl í orkestrinum, sum Tsatsiki spælir við. Genturnar flokkast um hann, og meðan hinir dreingirnir sparka fótbólt í frítíðini, hevur Tsatsiki valt at dansa skeyk.

149,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Tsatsiki og pápin, fløga

Tá Tsatsiki fær summarfrí, fara mamman og hann til Grikkalands. Har skal hann hitta pápa sín, men hvat nú, um hann ikki er, sum ein rættur pápi eigur at vera?

149,00 kr.
Vís meira
, , , , ,

Pól, hin kuli giraffurin

Skemtlig og skálkalig bók um hin kula giraffin, Pól, sum roynir okkurt annað, enn hann er vanur. Ein søgu um at bróta frá og gera okkurt heilt annað enn tað, tú ert vanur.

125,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Pettson tjaldar

Fressurin Findus finnur eitt samanrullað tjald uppi á loftinum, og Pettson minnist, hvussu tað var at sova í tjaldi við eitt kvirt fjallavatn. Tað verður nú ikki sum ætlað, men bæði Findus, Pettson og hønurnar sleppa at royna at sova í tjaldi - heima í garðinum.

140,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Agnas og ljósið, fløga

Allahalgannadag fara Agnas, pápin og stóribeiggi hennara í kirkjugarðin at tendra ljós á grøvini hjá mammuni. Agnas setur sær fyri at fara at tendra eitt nýtt ljós hvønn fimta dag til nýggjárs. Men onkur er hvørja ferð fyrr enn hon.

149,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Abbin og úlvarnir

Mina droymir altíð um eina óhugnaliga krokodillu og er ræðuliga bangin, tá ið hon vaknar. Men abbin sigur, at fyri at vinna á ræðsluni, mást tú gera okkurt passaliga vandamikið. Tí fara tey øll saman við abbanum eina rannsóknarferð.

140,00 kr.
Vís meira
, , , , ,

Eg Coriander

Ein spennandi søga um gentuna Coriander, sum býr í London í 17. øld. Fyrstu árini eru eydnusom, men so doyr mamman, og hon kemur at sanna, hvussu nógvur óndskapur er í heiminum. Fantastiskar hendingar verða flættaðar saman við veruleikanum.

70,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Teir villu fótbóltsjassarnir 3

Vanessa er ein genta, sum er púra bitin av fótbólti, og sum ætlar at gerast fyrsta kvinna á týska manslandsliðnum. Tað verður tú ikki bara soleiðis uttan víðari, tað kostar sveitta og tár. Spurningurin er so, um Vanessa hevur tað sum skal til… Hon fer at venja við villu fótbóltsjassunum, men teir eru ikki so glaðir um at ein genta skal vera á teirra liði. Men Vanessa vísir dirvi. Í einari týdningarmiklari kapping fær hon vent dystargongdini og skjýtur eitt frálíkt mál!

140,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Hin svanga ormveran

Í hesari stuttligu pappbókini kann barnið fylgja ormveruni frá tí, at hon er eitt lítið egg, til hon ein dagin flýgur av stað sum ein vakur firvaldur. Barnið lærir vikudagar og at telja á øðrvísi hátt.

400,00 kr.
Vís meira
, , , , ,

Eingil í vesturbýnum

Drongurin Askur býr í vesturbýnum við mammu sínari. Í íbúðarblokkinum halda øll at bara vanlig fólk búgva har, men Askur veit, at so er ikki, har er bæði varúlvur, silvurfiskur, Pippi Smokkuleggur og ein eingil.

70,00 kr.
Legg í kurv