SLH - Omma til sølu
Tað ringasta, sum Nita veit, er at vitja ommu. Hon er strong og ger løgnan mat. Kanska skuldi Nita bara selt hana?
SLH - Abbi og Eg og Abbi
Abbi og eg eru væl. Vit geva dunnunum saman, og hann lesur søgur fyri mær, og so dugir hann so væl at roksa og flenna eftir tí aftaná. Men einaferð roksar hann bara og flennir ikki aftaná.
BOB
Feigdarfræ - Tóra III
Veggir, sum skrambla saman, armystivlar við skitti og blóði. „Tú ert deyð og ein mordari!” Orðini hjá Róari duka í høvdinum á Tóru. Hevur hon veruliga dripið eina gentu? Billa er horvin, og Róar hevur tikið ræðið á skúlanum. Hvørja løtu væntar hon at blíva blakað úr skúlanum, og fólk halda seg burtur frá henni. Tíbetur hevur hon kvartin at líta á, men hvussu við Leika?
Leyp nú, Eva!
Hvør torir at renna oftast yvir um sporið, áðrenn tokið kemur? Tað er spælið, sum Eva og vinfólkini spæla tann dagin, tá tað næstan endar galið. Ein loyndarfullur bjargingarmaður bjargar Evu frá tí vissa deyða. Men hvør er hann, og hví er hann so ólukkuligur? Og hví uppførir vinkonan, Merian, seg knappliga so løgið? Hví vil hon ikki fortelja Evu, hvar hon býr?
Í morgin fari eg aftur at spæla við babba
Hvønn dag fái eg muss, tá ið eg fari út. Hvønn dag sleppi eg at ringja til mammu og babba. Hvønn dag sakni eg tey. Pápi Ára er sjúkur og má fara á sjúkrahúsið í Danmark, og mamman fer við honum. Ímeðan kemur omman at vera hjá Ára og lítlusystrini. Tað er leingi at bíða, og omman er fitt, men hon er ikki mamma og babba. Nær koma tey heim aftur? Ein innilig og vónrík søga um at hava foreldur, sum gerast sjúk.
Eg vil eisini!
Fílurin vil duga at sveiggja í trøunum líka sum apan, og apan vil duga at gera springvatn líka sum fílurin. 1, 2, 3 – og nú!
Peika og finn við risa stóru peruni
Mitcho og Sebastian finna ein fløskupost við einum fræi í. Teir planta fræið, og tað verður til eina RISASTÓRA peru! Vinirnir báðir sigla út í verðina í peruni, og á leiðini hitta teir bæði Teir ræðuligu sjórænararnar og Tann ótespiliga sjódrekan.
Eitt hav av kærleika
Pingvinin er á veg at vitja vinin, Bjørnina. Við sær hevur hon eitt kuffert, eina lanternu og eitt stórt loyndarmál. So stórt, at hon helst hevði viljað vent heim aftur beinaveg. Fylg tínum hjarta og tínum dreymum. Gev øllum, sum tú ert góð/góður við, bókina.















