Images of Fishermen
Paying tribute to those who fish for a living and bring seafood to the world, Images of Fishermen offers a unique, inside view of Faroe, Shetland, Iceland, and Greenland fisheries.
Kaspian kongssonur
Kaspian noyðist í bardaga móti einum svikafullum kongi fyri at fáa trónu sína aftur og sjálvur gerast kongur. Við sær hevur hann tey fýra børnini, Edmund, Lovisu, Súsannu og Pætur og leyvan Aslan kemur sjálvandi eisini til hjálpar, tá ið á stendur.
Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur
Savn við tíggju nýggjum og spennandi søgum. Um flennandi húðarklæddar skøltar, um ungan mann í hamferð, um gult, slímut, blóðsprongt eygað, um smsboð, ið boða frá ófrættum og mangt, mangt annað óhugnaligt. Set teg í ein góðan stól okkurt kvøldið, tá ið vindurin ýlir og tað oysir niður. Far og les… um tú torir.
Artemis Fowl 3 - Ævinleikakotan
Artemis er teldusnillingur og hevur gjørt eina superteldu burtur úr leyslutum, hann hevur stolið frá álvunum. Artemis hevur eina heilt serliga ætlan við telduni, tá ið hann sýnir hana fram fyri einum harðrendum manni við sambondum við mafiuna.
Julian og Jim
Onnur bókin um drongin Julian. Í hesari bókini er onkur eftir Jim og vil gera seg inn á hann, tí at hann hevur slatrað, og tað kann Julian ikki lata henda, tí hann og Jim eru vinir.
Diddan stríðist
Diddan vaknar langt áðrenn mamman og pápin vakna og so fer hon at stríðast við ymiskt, sum er í taskuni. Pappír at skriva á, lyklar at bíta í, men so verður hon so móð aftur og fer at leggja seg millum hjá mammu og pápa.
Soleiðis varð eg til
Hvat hendir inni í búkinum á einari mammu í níggju langar, heilar mánaðir? Hvat er tað, sum ger, um tað verður ein drongur ella ein genta? Og hvussu vita vit, at tíðin er komin, at barnið skal koma út? Um hvussu børn verða til og um allar teir spurningar børn hava tá ið tey skulu hava systkin. Um at ættleiða, um royndarglasgitni og um at hava eykamammur og –pápar. Ein sera væl egnað bók til foreldur, sum vilja greiða børnum sínum frá um, hvussu vit øll vórðu til.
Vetur - meldurbók
Hendan bókin er um ein bý og alt har um vegir, við húsum og gøtum og óteljandi lutum. Og haraftrat vísa myndirnar nógvar smáar søgur, sum fólk ´g dýr uppliva ein vetrardag: Andrea er aftur for sein til bussin, pappageykurin hjá Lenu fer til stroks, og so kemur enn eina ferð ein reyður pungur undan kavi....
Fívil og vinir, søgubók
Fívil vaknar ein morgunin, sólin skínur oman og niðan. Hann fer út at spáka og hittir allar djóravinirnar hjá sær. Meðan søgan verður lisin, kunnu børnini spæla sær við at finna klistrimerkið av rætta dýrinum og festa tað á síðurnar.
Diddan er kedd
Diddan er kedd og vil einki. Ikki hava suttuna, ikki hava bamsuna, ikki eta, og nógv annað er, sum hon als ikki vil. Men hon vil upp! Og so verður hon glað aftur, tá ið hon fær eitt klemm.
Og stjørnan lýsti sum ein sól
Uttaná líkist hetta einari bók, hildin saman við reyðari silkisloyfu, og við jólaevangeliinum aftanfyri. Men letur tú hana upp, so kemur fram ein trý dimensional mynd av fjósinum við krubbini og øllum tí, ið hendi har jólanátt fyri mongum árum síðan. Har eru seyðamenninir við dýrum sínum, teir vísu menninir, Jósef og Maria við Jesusbarninum í fanginum, og uppi yvir øllum lýsir jólastjørnan.
Spøkilsið sum flenti
Savn við fimtan spøkilsissøgum á øllum átta málunum í Norðurlondum. Søgurnar, ið umboða Føroyar eru: Ver ikki bangin eftir Sámal Kristian Jacobsen og Óvitar eftir Sólrún Michelsen. Allar søgurnar eru prýddar við tekningum, ið listafólk úr øllum Norðurlondum hava gjørt.
Gátuføra málið um hundin
Kristoffur finnur hundin hjá grannanum dripnan, og ger av at fara undir at skriva eina søgu um morðgátuna. Men tá kemur hann eisini at avdúka loyndarmál, sum ger, at grundarlagið, sum hann byggir sína tilveru á, fer at ridla undir honum.
Heystið hjá ommu
Anna omma er sjúk. Hon gloymir lætt. Anna omma hevur Alzheimersjúkuna. Paula fortelur, hvussu tað er at búgva saman við ommuni og um alt tað sum omman dugir best av øllum hóast alt.
Hagasóljusangur
Hugtakandi søga um eina illsinta og ólukkuliga gentu. Gerda hevur mist pápa sín á sjónum, og systirin Siv, sum var við pápanum lagnudagin, er merkt av hendingini, men vil ikki tosa um tað. Bókin er ein viðkomandi søga um sorg, øvundsjúku og vinalag.
Teir villu fótbóltsjassarnir 2
Ein nýggjur drongur, Rokko, kemur at spæla við liðnum hjá fótbóltsjassunum.Tað er ikki hvør sum helst drongur, tí pápi hansara er komin úr Brasilia at spæla við kenda FC Bayern München liðnum.Spurningurin er so,um pápin heldur villu fótbóltsjassarnar vera nóg gott lið hjá soninum at spæla við á.Ein dagin kemur Rokko ikki til venjing,tí pápin vil hava hann at spæla við liði hjá Bayern.















