, , , , , , ,

Lítla barnabíblian (24)

Ein dýrgripur av søgum sagdar fyri smábørnum. Her verður sagt frá um Nóa ørk, lítla dreingin Móses, Dávid og Goliat, Dábjal og leyvurnar, og um Jesus.

180,00 kr.
Vís meira
, , , ,

Sankta Ólavs kirkjulið 100 ár

Sankta Ólavs kirkjulið varð stovnað í 1915. Í november 2015 hevði tað sostatt verið eitt føroyskt kirkjulið á fólkakirkjugrund í Keypmannahavn í 100 ár. Hetta minnisritið varð útgivið til tess at fagna kirkjuliðnum í samband við 100 ára hátíðardagin. Í bókini verður í breiðum strokum sagt frá søguni hjá kirkjuliðnum og eisini verða prestar og leikfólk, ið hava havt stóran týdning fyri kirkjuliðið leysliga lýst.

150,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Brævið, ið kom í skeivar hendu

Í bókini verður greitt frá um sínámillum brævaskifti millum Augustinus og Hieronymus árini 394-419.Við brævaskiftinum fæst livandi innlit í ymiskliga fatan av skriftini: ta meiri søgukendu og bókstavatrúgvu tulking Augustinusar og so ta meiri andaligu-allegorisku-tulking Hieronymusar,sum hann hevði tikið við eftir tiltikna grikska gudfrøðingin Origenes-í báðum førum um at røða bíbliutulkingar ið ikki heldur munnu vera okkum nútíðarmenniskjum heilt ókendar og fremmandar.

198,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Gonguverk samfelagsins

Óansæð hvussu raffinerað tíðarfatanin gerst við nanotøknifrøðiligum gonguverki, sum mátar tíðina í tímum og minuttum, sekundum og nanosekundum, og harvið eisini kann leggja framkomnar framtíðarforsagnir til rættis (til dømis veðurforsagnir) , so eru fólk sjáldan nøgd fyrr enn tey eisini hava fingið eina lýsing av fortíðarinnar byrjan,eitt upphavsástøði at hugsa sær verðina og nútíðina við: Hvar og hvussu byrjaði tíðin?

148,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Eitt orð í dag

Lestrar til hvønn dag í árinum.

100,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Sálmaløg Føroya Kirkju, heft

Henda bók er ætlað til byrjunarfrálæru í sálmaspæli. Spælast kann bæði á klaver og urgu. Í bókini eru lættar útsetingar av 44 kendum sálmaløgum. Fremst í bókini eru nøkur uppskot um sálmar til gudstænastur. T.d. kunnu næmingar læra seg at spæla sálmaløgini og saman við urguleikarum í kirkjunum royna at spæla til sálmasang í kirkjunum og harvið fáa ítøkiligar royndir í sálmaspæli.

250,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Platon MENON

Samrøðan í hesum dialogi fer fram ein góðan várdag í árinum 402 fyri okkara tíðarrokning. Teir, sum skifta orð, eru Menon, ein ungur aðalsmaður úr Thessalia, og Sokrates, nú um 68 ár. Við í orðaskiftinum eru ein part av tíðini Anýtos, ein politikari í Athen, og ein av Menons trælum.

168,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Ferð mín til Jorsala

Í 1952 fór Kristian Osvald Viderø frá sum prestur í Hvalvík og gjørdi sína víða gitnu ferð til Jorsala. Vallarin, heimspekingurin og droymarin var leingi á ferð. Burtur úr leitanini kom henda sjaldama bókin, sum tvinnar eygleiðingar og minni og hugleiðingar saman í sjaldsaman og hugtakandi skaldskap.

198,00 kr.
Vís meira
, ,

Niels Lassen Holm, prestur

Henda prædikubókin, sum varð funnin í einum gomlum sjatolli, er handskrivaðar prædikur, sum nú eru skrivaðar av. Holm prestur skrivaði prædikurnar við gotiskari skrift fyri meiri enn 200 árum síðan. Prædikubókin sigur okkum, hvussu ein prestur skrivaði sínar prædikur fyri 200 árum síðan. Prædikurnar eru tí søgulig skjøl.

128,00 kr.
Legg í kurv