Triðja bókin í røðini Essay eftir Michel de Montaigne kom út í 1588 og man vera tann besta í øllum verkinum. Í henni er hann minst heftur og mest seg sjálvur: At lesararnir fagnaðu bókina so væl, hevur givið mær eitt sindur størri dirvi, enn eg væntaði mær. " Hann er í fimmti ára aldrinum, men heldur seg vera ein gamlan mann. Hann situr í sinum elskaða bókasavni og hyggur aftur á lív sítt í eini skakandi tíð í søgu Fraklands, hann hevur upplivað pestfarsóttir og kríggj.
Bók ætlað teimum, ið ynskja at kava djypri niður í evnið fólkaræði, t.d. í verkætlanararbeiði ella tvørfakligum samstarvi millum samfelagsfrøði, søgu og heimspeki. Bókin hevur eisini almennan áhuga fyri øll, ið ynskja eina innleiðslu til evnið.
Henda bókin fevnir um fýra av týdningarmestu ritunum hjá Seneca:Til Paulinus um tað stutta lívið, Til Gallio um tað eydnuríka lívið, Til Serenus um støðufesti hjá tí vísa og Ugganarrit til móðut mína Helviu.
Líðingarsøga várs Harra Jesu Krists hevur altíð talað til kristin fólk og givið teimum eina kenslu av, hvat ið frelsan hevur kostað. Føstan er tann tíðin í kirkjuárinum, har ið serstakliga verður dvølt við tað, sum fór fram, frá tí at Jesus át páskalambið saman við lærusveinunum, og til hann andaðist á krossinum.
Andaktsbókin Kraft av nýggjum hevur verið sera nógv brúkt her á landi og verið mongum til gleði og signingar. Bókin er ætla teimum ungu, menr er gagnlig hjá øllum at lesa. Her eru áhugaverdar søgur, og nógv viðkomandi evni verða viðgjørd, sum hava við trúgv og lív at gera.
Montaigne fór at skriva í 1571, og essayini gjørdust so við og við 107 í tali, men hann helt á at evna tey til og fullfíggja tey fram til sín deyða. Nú koma tey út á fyrsta sinni í síni heild á føroyskum í týðing eftir Eilif Samuelsen. Hetta er annar parturin av trimum; tann fyrsta gav forlagið HEMLIÐ út í 2021.
Bókin ber (ikki óvæntað) heitið Regin Dahl: 35 svenskir sangir. Hans Pauli Tórgarð hevur við Bjarna Restorff sum ráðgeva sett nótarnar út fyri rødd (tenor-baryton) og klaver eftir Reginsa egnu framførslum av sangunum, soleiðis sum teir eru skjalfestir á bandupptøkum gjørdar í 1960’unum og 70’unum.
Nótar til 16 klaverstykki eftir Paula í Sandagerði. Savnið umfatar 9 ungdómsverk í klassiskt-romantiskum stíli, skrivað í fyrru helvt av 1970'unum, og 7 nýggjari verk í meiri modernaðum stíli, skrivað í tíðarskeiðnum 1994 til 2022.
Í mun til vísindaligar greinar hevur tann fólksligi fyrilesturin bæði fyrimunir og vansar. Fyrilesturin hevur t.d. ikki tilvísingar uttan tær, sum so hissini koma fyri í sjálvari framførsluni, og fáur fregnast eftir keldunum, tá ið liðugt er. Í fyrilestrinum kann vera neyðugt at seta evnið inn í størri høpi, enn greinin loyvir, fyri at áhoyrarin skal kenna seg heima og fáa fulla úrtøku burtur úr søguni, sum søgd verður.
Í 1993 skrivaði Axel Tórgarð allar morgunlestrarnar sjálvur. Hann skipaði teir sum eina fullfíggjaða gjøgnumgongd av øllum Gamla Testamenti. Eftir einum ári hevði hann tikið fram orð úr hvørjari bók í Gamla Testamenti. Hann greiddi frá teimum einstøku verkunum, høvundi, tíð, innihaldi og endamáli. Heildarfatan hansara var, at skal Gamla Testamenti tala til okkara, sum kristin eru, noyðast vit at lesa tað í ljósinum av evangeliinum í Nýggja Testamenti.
Andrew var sonur skotska trúboðaran William G. Sloan, sum kom til Føroya í 1865 við tí endamáli at kunngera evangeliið um Jesus. William giftist við Elsebeth í Geil, og tey fingu 6 børn. Yngstur av teimum var Andrew. Hann var føddur í 1896. Andrew vaks upp í Tórshavn. Ein av leikbrøðrum hansara var kendi rithøvundurin William Heinesen, og longu á barnaárum góvu teir eitt skifti út blað, ið nevndist „Dreingja tíðindi“.
Ein søgumaður hevur lýst árið 1580 sum ódnareygað. Eitt andarhald við stokkutari logn, tá ið tey ógvisligu trúarkríggini í Fraklandi eru í ferð við at skifta úr einum skeiði í eitt annað. Júst hetta árið gevur Montaigne út fyrsta upplagið av sínum Essayum.