, , , ,

Luddi og Lundisa spæla lunda-krógva og blunda

Luddi og Lundisa finna eina rúgvu av tómum holum í lundalandi. So fáa tey eitt ordiliga gott hugskot.
„Kom og spæl krógva og blunda," sigur Lundisa.
„Ja, lunda-krógva og blunda!" sigur Luddi.

149,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Varðin,Bind LXXX,hefti 4,2013

Tema um Stephen King: Ræðslukongurin. Grein eftir Sámal Soll - Maðurin í svørtum klædningi. Edtir Stephen King- Annað: Hald- og Milton Friedman. Zakaris Wang - Edith. Søga. Klæmint Vágadal - Postkort úr einari horvnari tíð Kim Simonsen - Einsemi. Yrking Kim Simonsen - Týðingar eftir: Arsenij Tarkovskij Goethe H.G.Wells - Ummæli: Eivør mannabarn á fløgu. Øssur Johannesen

95,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Rokning 5a, javnbók

Verður tøk til skúlaársbyrjan

Henda bók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum

118,00 kr.
Vís meira
, , , ,

Einhyrningaskúlin 2

Beinta og Eldsól elska at vera í Einhyrningaskúlanum. Tað er tað perfekta staðið at hava tað stuttligt og at vera eitt sindur gellutar.
Tað gandakenda Gliturvatnið er um at frysta til ís, og um tað hendir, má skúlin steingjast. Tað má ikki henda! Beinta og Eldsól seta sær fyri at bjarga Gliturvatninum og allari Einhyrningaoynni.

175,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Heimurin hjá Rosu 3 - Rosa er ill

Rosa lúrir eftir Doru. Dora veit ikki, at Rosa lúrir. Rosa er still sum ein mús. Hon fer nærri og nærri...

Price range: 120,00 kr. through 19.200,00 kr.
KeypThis product has multiple variants. The options may be chosen on the product page
, ,

Antisemitisma

Í seinna heimsbardaga - árini 1939-45 - gjørdi Týsklands valdsharri av at myrða allar heimsins jødar. Tað eydnaðist Hitleri og hansara skutilsveinum - nazistunum - at taka um seks milliónir av jødum av døgum. Hesi fólk vórðu gassað til deyðis, skotin ,svøltað í hel, fryst í hel, sligin, hongd, kvald, eitrað, pínd, brend og avlívað á annan hátt.

Price range: 350,00 kr. through 3.150,00 kr.
KeypThis product has multiple variants. The options may be chosen on the product page
, , , ,

Góðkrút

Góðkrút varpar ljós á týdningin at virða náttúr-una og fagnar øllum vøkstri, eisini ókrútinum. Bókin eggjar til upplivingar í náttúruni og køkinum fyri alla familjuna og gevur vitan um plantur, hvussu vit handfara tær, og hvussu tær kunnu nýtast til matna. Far við bókini á ferð í góðkrútsríkið. Lær um plant-urnar, fá vitan um, hvussu tær eru gagn-nýtt-ar í Føroyum og úti í stóru verð, og royn tær mongu uppskriftirnar.

Price range: 448,00 kr. through 4.928,00 kr.
KeypThis product has multiple variants. The options may be chosen on the product page
, ,

Úr loggbókunum

Úr loggbókunum. 17 innlit í rithøvundaverkstaðið er eitt essay um at skriva. Eitt opið og erligt innlit í eina ritlistarliga ferð hjá einum høvundi, sum tekur tey fyrstu trilvandi fetini fram, til hon at enda fær hol á verkið, hon vil skriva. Teksturin í hesi bók er ein lættari umskrivað útgáva av einum essay, sum varð skrivað í samband við útbúgving í listarligum arbeiði/Ritlist.

180,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Kongsbókin og lógir Føroyinga í hámiøld

Kongsbókin er ein lógbók, sum er samansett av tveimum skinnhandritum, har tað minna handritið inniheldur Seyðabrævið og tað størra ta norsku Landslógina, sum varð lógtikin á Gulatingi í 1274. Kongsbókin hoyrdi til løgmansembætið í Føroyum, og í henni fáa vit upplýsingar um rættarskipan og tingskipan føroyinga í há- og seinmiðøld. Lóggávan í bókini hevur evnað føroyska mentan heilt fram til okkara dagar. Kongsbókin er tí føroyskur mentanararvur og ein hin dýrmætasti fornluturin, sum vit eiga

580,00 kr.
Legg í kurv