Ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók viå fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman - børn og vaksin - í køldu, myrku tíðini upp undir jól.
Eftir at vera farin úr politikki skrivaði Kristian niður sína hendingaríku lívssøgu. Tilsamans skrivaði hann góðar 2.000 síður, sum í sær sjálvum vísir hansara nærlagda lyndi, og hann hegnisliga m.a. bretsku hersetingina, fólkaatkvøðuna í 1946, Heimastýrislógina, Sjóvinnubankan, verkføll og klaksvíksstríðið.
Petur Mohr Dam (1898-1968) var maður, sum var føddur við silvurskeið í munni, men misti hana! Hann var borin til eitt ríkt kongsfesti í Kollafirði og vaks upp í einum tryggum handilshúsi í Skopun, men misti pápa sín sum lítil óviti og mátti seinni, eftir langa sjúkralegu, siga kongsfestið frá sær. Handilin mátti steingja, so alt húskið var rakt av fátækradømi og stórari neyð. Hann kom á Føroya Løgting 1928 og stríddist sín tretivuárabardaga líka til 1958.
Bókin Svørt Orkidé er eitt yrkingasavn og ein myndabók við kollagsjum eftir høvundan. Í lyriskum brotum, essaykendum pørtum, kollasjum, yrkingum, minnisbrotum, dagbókapettum, við tilsipingum og sitatum úr bókmentasøguni sigur ein mamma frá sínum royndum at siga ein son, sum stríðist.
Høgni Debes Joensen fortelur, í hesi autofiktivi skaldsøguni, um millumskúlaárini hjá Terja. Lærarnar har, ið gjørdu honum mun á ymsan hátt, og avbjóðingarnar annars við at koma til mans.
Tíðindakvinnan Báralda arvar eina ommu, sum hon ikki visti av, og fer at granska slektina. Hon kemur fram á eina fløkta søgu um stættarmunir, loynimál og harðskap í seks ættarlið.
Orð eru ikki bara orð. Og eg eri ikki bara eg. Og mamma er ikki bara mamma. Mamma mín og eg og orðini eru eisini myndir og kustar og augustar. Hesi orðini eru frá mammu míni og mær til tín.
Tá alt er púra svart, kann tað bara blíva ljósari. Innbrotsrøðin í Rosenhill heldur á, og superhetjurnar mugu finna afturkomararnar, áðrenn tað er ov seint! Samstundis hevur Niklas avgjørt at fara heim fyri at hjálpa sínum vinum, men tá kemur hann fram á eitt lívshættisligt loyndarmál... Kanska eru afturkomararnir hóast alt ikki teir veruligu tjóvarnir?
KÍ- liðið hevur vunnið føroyameistaraheitið fleiri enn 20 ferðir. Fleiri ferðir hava tær vunnið føroyameistaraheitið sera sannførandi - uttan at missa eitt einasta stig. Aðrar ferðir hava tær vunnið í javnari kapping við onnur lið. Tá ið KÍ-kvinnurna settu hemsmet í 2014 vórðu tær nevndar í metbókini hjá Guinness.
Eitt vandamikið sombivirus er í umferð. Milo er fangaður í djóragarðinum, har pápi hansara arbeiðir. Tjúkku múraranir kring djóragarðin halda sombiunum úti. Men nú eru nøkur sombi sloppin inn ígjøgnum eina kloakk, sum stendur opin. Eitt rimaverk má setast fyri kloakkina, so fleiri sombi ikki sleppa inn. Trupuleikin er bara, at kloakkin er inni hjá krokodillunum. Og tær hava etið sombi, so nú eru tær sombikrokodillur...
Myrkursins harri hevur klórað Oskar í kjálkan. Nú merkir Oskar myrkursins andar. Oskar og Olivia fara á veiðiferð. Men myrkursins harri hevur lagt eina fellu. Og tá ið tey varnast hana, er tað ov seint..
Tað ringasta vit vita, er tá ið okkurt miseydnast, men at hoyra um onnur, sum miseydnast, kann verða stuttligt. Tí tað eru jú tey, sum kunnu siga tær bestu søgurnar.Men summi av teimum, sum hava miseydnast ella tapt okkurt, eru eitt slag av vinnarum. Les um fótbóltsliðið, sum var so vánaligt, at tað kom í metbókina hjá Guinnes, um mannin, sum skar fótin av, tí hann tímdi ikki at arbeiða, og um superhetjuna, sum var ov bangin fyri at fanga brotsmenn. Og nógvar aðrar søgur.
Býtta Ida, hugsar hon. Sum um hon bara spyr Idu. Soleiðis er tað als ikki. Hinar genturnar verða eisini spurdar. Summar av teimum. Tað er Karla sikkur í. Tí hon setur kross við nøvnini hjá teimum á listanum, hvørja ferð hon spyr.
Triðja bókin í røðini Essay eftir Michel de Montaigne kom út í 1588 og man vera tann besta í øllum verkinum. Í henni er hann minst heftur og mest seg sjálvur: At lesararnir fagnaðu bókina so væl, hevur givið mær eitt sindur størri dirvi, enn eg væntaði mær. " Hann er í fimmti ára aldrinum, men heldur seg vera ein gamlan mann. Hann situr í sinum elskaða bókasavni og hyggur aftur á lív sítt í eini skakandi tíð í søgu Fraklands, hann hevur upplivað pestfarsóttir og kríggj.
Felagið varð stovnað í Tórshøll í Niels Finsensgøtu í Havn í 1943. Stovnarar vóru Jens Pauli av Reyni, Aksel Hansen og Leivur Trónd Hansen. Í bókini verður greitt frá øllum hesum, og lýst verður, hvussu rossahaldið og rossaalingin í Føroyum vóru fyrr. Nógv úrslit frá kappríðingum og forkunnugar frásagnir frá ólavsøkum eru eisini í bókini eins og ein hópur av søguligum myndum av kendum fólkum.