Í bókini er miðað eftir at geva eitt so fullfíggjað yvirlit sum til ber yvir navnnevnd vøtn í øllum landinum. Í einum fakligum inngangi verður navnasiðurin og bygnaðurin í nøvnunum lýstur. Sjálvur bulurin í verkinum er ein gjøgnumgongd av øllum nøvnunum, sagt verður frá, hvar vøtnini og tjarnirnar eru, hvussu tey liggja í lendinum, eitt nú í mun til onnur støð, og navnaformur og navnatýdningur verður lýstur.
Bókin er um fyrstu niðursetufólkini á Oyrarbakka. Søgan hjá hesi lítlu bygdini er livandi og hendingarrík. Fólk komu ymsastaðni frá og kundu keypa sær eina trøð at velta og at byggja sær hús á. Tað var høgligt og gott at búgva á Oyrabakka, men lívið hevði tó sínar avbjóðingar.
Um at skriva er savn av greinum og ummælum frá sumrinum 2017 til várið 2021. Innihaldið í greinunum fevnir um brúksráð til komandi høvundar, hvussu bøkur verða gjørdar til film, um erotikk í føroyskum bókmentum og mangt annað bókmentum viðvíkjandi. Ummælini fata um tær flestu útgávur av føgrum bókmentum frá teimum seinastu fýra, fimm árunum.
Tollakur er einkjumaður væl við aldur. Hann livir eitt einfalt lív í lítlum húsum. Hann gongur við einum loyndarmáli í sær, ið er so stórt, at tað kann næstan ikki vera satt. Tollakur hevði ein stóran kærleika í lívinum. Hon æt Ingibjørg, og saman fingu tey tvey børn. Hann hevði sagverkið, har hann hvønn dag kappaði tilfar til øll í bygdini og víða hvar. Tollakur hevði serstaka dreingin Oddo, sum kom til hansara, tá ið eingin annar vildi taka sær av honum.
Ein søgumaður hevur lýst árið 1580 sum ódnareygað. Eitt andarhald við stokkutari logn, tá ið tey ógvisligu trúarkríggini í Fraklandi eru í ferð við at skifta úr einum skeiði í eitt annað. Júst hetta árið gevur Montaigne út fyrsta upplagið av sínum Essayum.
At klintra í trøum er ikki tað sama sum at klintra í fjøllum, sigi eg. At klintra í fjøllum er ... Eg tigi. Hvussu skal eg kunna greiða Lýdiu og Syrsu frá? Trø vilja, at tú skalt klintra í teimum, men fjøll stoyta teg frá sær. Tú kanst ongantíð gerast vinur við eitt fjall, tú mást vinna á tí."
Í Lønnibergi búði ein lítil smádrongur, sum æt Emil. Hann var ein ordiligur kúllur. Hann var ikki so fittur sum tú, minni enn so, men fittur var hann kortini, tá ið hann ikki græt. Hann hevði stór, blá eygu, runt andlit og gult, purlut hár. Ja, hann líktist einum eingli, men hann var eingin eingil. „Altíð finnur hann upp á okkurt skálkabragd, hasin drongurin,» segði Lina, sum eisini búði í Kattholti í Lønnibergi júst sum Emil.
Hvussu fótar tú tær í landinum, har tú búsetur teg? Hvussu lærir tú málið? Á hvønn hátt heldur tú fast við tað, tú hevur við heimanífrá, og hvussu gevur tú børnum tínum lut í tí, samstundis sum tú vilt gerast partur av landinum, tú hevur valt at búseta teg í?
Tvíburarnir ynskja sær reiggju, men mamman og pápin siga kortanei. Ein dagin gera tey sær kortini eina reiggju og hava ein fantastiskan dag. Men hví sleppa tey ikki at fáa reiggju?
Langomma hevur ikki altíð verið langomma. Hon hevur eisini verið omma, mamma og eitt barn - líka sum eg, hugsar lítli drongurin, ið er so heppin at eiga eina fitta langommu, sum fegin vil nana og siga frá søgum.
Í hesum triðja bindinum fær Sólrún bundið allar teir leysu træðrirnar saman og lýst, hvussu høvuðspersónurin fótar sær. Undirtónin av nýggjum politiskum hugsjónum hoyrist eisini. Men nógv er at koma til sættis við. Hvat við loyndarmálunum, hon ber inni við seg sjálva? Fer Tórður nakrantíð at kenna sítt upphav?