Eg hoyri hana framvegis siga tað finst bara eitt slag av kærleika eginkærleiki! Hetta segði hon sum hvønn morgun kykaði gav sirrunum og borðreiddi fyri sínum fólki. Var tráðurin skoyttur till øll pløggini hon bant hevði talan verið um einar tveyhundrað kilometrar av spunnum tógvi veit ikki hvussu nógv tað er í eygum siggi fyri mær ein heilan himmal við ullrandaðum glómum.
Føroysk málsøga 1 er fyrsta verkið av sínum slagi. Bókin lýsir byrjanina, hvussu tilvitskan um føroyskt vaks fram, hvørjar keldur eru, føroyskar mállærur, hvørji mál, føroyskt er ættað við og tíðarskeið í føroyskari málsøgu. Bókin er í sjey sjálvstøðugum kapitlum, sum kunnu lesast hvør sær. Bókin vendir sær til øll máláhugað umframt málfrøðingar og lesandi. Føroyskt málsøga 1 er tað fyrsta av íalt fimm bindum, ið eftir eftir ætlan koma í 2026 og 2027.
Elsa, tann hvíti leyvuungin í Djóragarðinum, verður burtur, og løgreglan leggur einki í tað. Hanna og Tróndur mugu loysa gátuna sjálv. Hvør man hava tikið Elsu? Og hvusu leingi kann hon liva uttan at eta.
Heldur nakar, at jørðin er fløt? Er tað farligt at eta snor? Og fer eitt træ at vaksa í búkinum, um tú etur víndrúvusteinar? Ósonn fakta snýr seg um løgin, sonn og ósonn fakta.