Lærubók. Tekstir, viðmerkingar og uppgávur.
Uppgávur. Annað bind av tveimum.
Uppgávur. Fyrsta bind av tveimum
Samsagdur tekstur á enskum og føroyskum. Fyrr við titlinum: Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um mannarættindi
Hvør er Jesus? Hvør er boðskapurin hansara? At fáa hesar spurningar svaraðar, mást tú fáa greiði á, hvat teir fýra evangelistarnir í Nýggja Testamenti siga, og av og á sammeta teir. Tað er júst tað, sum rómverski drongurin, Titus, fær høvi at gera. Fyrst hittir hann Markus í Róm og fær sum uppgávu at flyta eitt bræv frá honum til Matteus í Jerúsalem.
Allar greinirnar eru stak persónligar, at skilja soleiðis, at høvundurin, um somu tíð sum hann skrivar um eitt ávíst evni, ger eina mynd av sær sjálvum.
Doktararitgerð um ensk lániorð í føroyskum máli.
Skaldsøgan fer fram í Havnini stutt eftir aldaskiftið 1900, og tær sosialu og søguligu rembingarnar verða beinleidis brúktar í søgugongdini.
Bókin viðgerð nágreiniliga skaldsøguna Barbaru eftir Jørgen-Frantz Jacobsen. Lagt verður fyri við at fortelja, hvussu skaldsøgan kom í, hvussu móttøkan var og hvørjar søguligar hendingar, ið búgva aftanfyri.
2. yrkingasavn hjá Sigri er ein ljós kvøða til lívið, sjálvt um skuggaløtur ikki verða fjaldar.
Fyrsta bind - yrkingar hjá Símun av Skarði, frumyrktar og týddar.
Bókin er forkunnug og hent bók hjá øllum teimum, sum vilja hava nágreiniligari at vita, hvussu Føroyar eru jarðfrøðiliga bygdar og broyttar og brýndar.
Í hesi bók, fær ein eina fyrstuhonds vitan um tað, sum fyrifórst, tá lunnar vóru lagdir undir okkara verandi vælstand.
Tá ið Dikka skal til maibálið, ætlar hon at vera so fín, at øll í býnum vera ovfarin. Fyrst av øllum vil hon sleppa í nýggjar sandálur, men tað sleppur hon ikki fyri mammu. Mamma veit, hvussu sandálurnar vera vorðnar, tá ið Dikka hevur runnið um maibálið í teimum. Lisbeth, lítla systir Dikku heldur at Dikka kundi havt biðið Gud í góðari tíð, so at hann kundi sagt við mammu, at Dikka skuldi í sandálurnar. Men Dikka veit, hvussu hevði verið við tíð!
Boð verða send eftir Wallander, tá hjúnini Lövgren gerast offur fyri sera ráum og óhugnaligum dupultdrápi. Einasti tráður, løgreglan hevur at ganga eftir, eru síðstu orðini hjá gomlu konuni: Útlendsk.