BLANKAN FELD OG STERKAR LABBAR er ein brennandi heit kærleikssøga ímillum eina unga, verjuleysa gentu og ein aldrandi akademikara í svárari lívskreppu.
Í framtíðar Føroyum hevur ein nýggjur politiskur flokkur sæð dagsins ljós. Hann hevur nýggjar hugsjónir á øllum økjum, og tá tað so eydnast at fáa stóra undirtøku, verður ein nýggj politisk skipan innførd.
Skaldsøgan er søgan um Pasqual Pinon, hansara tort og eyðmýkt, men eisini um hansara kærleika, tí andlitið á tí konufólki, hann ber í enninum, livir sítt egna kenslulív í hansara kroppi.
Keisarin av Portugáliu (1914) er ein hjartanemandi søga um fátæka smámannin Jann Andersson í Skróbyrgi og hansara markleysa kærleika til dóttrina Kláru Fínu Gullborg.
Hvør er atvoldin til tunglyndi? Er nøkur vón? Er nøkur hjálp at fáa?
Skemtiligar kærleikssøgur úr Italia í 14. øld.
Yrkingasavn, ið spyr ógvuliga ungar spurningar, og við ungdómsins óvikandi fullvissu lýsir høvundurin tað, ið er uttan um hann - stundum troyttur av øllum, ungdóminum so líkt.
Systir Ulf er besta systir, sum til er. Hon er ikki herskut og roytir ongantíð, og hon er rættiliga vill, tí hon hevur onga uppaling fingið. Men hon kann eisini vera friðarlig og fitt. Hon er ein eingil.
Løgna kenslan av at onkur hugdi at sær, nær kendi hon hana fyrstu ferð? Tað visti Nora ikki.
Fýra søgur um drekar, har alt gongur við fullari ferð millum drekar, ræður, ferføtlur og annað valafólk og ein søga um eitt lítið barn, sum við reinlyndi bjargar sær undan tí illa.
Søgnin um tey bæði Hábarð og Signu og so um Tíðrik av Bern og hansara kappar.
Áður prentað í Roðanum, 7.-8. árið 1977-1978. Ferðafrágreiðing.
Øll heimssøgan, frá byrjan til okkara dagar. Lýsir avgerandi tilburðir í heimssøguni, heimspart fyri heimspart, ár um ár. Í bókini eru 20 myndprýddar tíðartalvur, sum vísa, hvat var um somu tíð í øllum heimspørtunum. Fleiri enn 1500 litmyndir, sergjørdar myndir og kort gera søguna livandi. Eitt lið av søgufrøðingum úr ymsum londum hevur stuðlað høvundan. Sjálvstøðugt yvirlit yvir Føroya søgu eftir Kára Jespersen.
1. útg. 1957 og 2. útg. 1976 við titlinum: Lærarafólk í Føroyum
Alheims sagnir og halgisøgur í orðum og myndum. Um gudarnar í Ásgarði, um Romulus og Remus, um riddararnar við runda borðið, um fílagudin, um kattagudinnuna, um ormin í fjøðurhami, um dreymatíðina og um mangt, mangt annað. Litmynirnar gera sgnirnar spennandi og øðrvísi. hvør er hvør í gudalærunu stendur aftast í bókini.