84 bakiuppskriftir til m.a. lagkøkur, rullukøkur, desertir, ísar, smákøkur og bakstur úr gerdeiggi.
Við myndahøggaranum Hans Paula Olsen og kvinnuligu nakinmodell hansara í atelierinum í einum bakgarði í Keypmannahavn, har Hans Pauli er í holt við størstu standmynd sína nakrantíð, har hann rummiskur greiðir frá sínum tonkum um list og tað at skapa.
Samuel F. Samuelsen skrivaði alt sítt lív. Ljós verður varpað á tíðina frá 1852 til 1930 við Havnini sum miðdepli og lívinum hjá einum, ið livdi tá sum tænastu-, traðar- og útróðrarmaður. Bókin er á tremur av myndum frá tíðini.
Morten Kringelbach, professari, lýsir hvussu gransking í njóting og trá kann vera ein lykil til at skilja, hvussu heilin á okkum virkar, og hvussu bøtt kan verða um lívsdygdina.
Skal Drakan steðgast, skal tað verða nú. Men Dina heldur, at ætlanin hjá Nico er vandamikil og ikki skilagóð - og stríðið móti drekaherinum er ikki eitt kríggj, sum kann verða vunnið bert við at nýta svørð.
Lýsir nógv ymisk og sjónlig spor og merkir í hellunum í Tinganesi. Talan er um búmerkir, sólur, árstøl, nøvn, graffiti, bókstavir og krossar, sum øll eru lýst bæði við mynd og teksti.
Tekstirnir endurspegla høvundsins hugsanir um bókmentir og annað, og fyribrigdi avdúking verður viðgjørt í mongum av greinunu. Barn av grundsøgum er í mangar mátar ein dýpan av hugsanum um viðurskiftir millum bókmentir og lívsáskoðan.
EIN REGLA UM DAGIN MÁ VERA NOKK! er eitt portrett av yrkjaranum, myndlistamanninum og tónleikaranum Tóroddi Poulsen (f. 1957), sum í 25 ár hevur verið ein týðandi úrmælingur í føroyskum bókmentum – og seinstu árini eisini í myndlist og rokktónleiki.
10 sangir. Alt. rokkur/indie/poppur
Í bókini savnar og viðger Jens-Kjeld nógvar ymiskar tættir um lunda og lundafleyg. Tað verður við hesi bók á fyrsta sinni roynt at savna øll tey fyribrigdi í føroyskari mentan, sum eru knýtt at tí at gagnnýta hetta týdningarmikla tilfeingið.
Á donskum. Skaldsøga um drongin Páll, sum veksur upp millum tey sjúku á bróstsjúkrahúsinum í dalinum fagra. Søgan tekur við um várið 1924, tá ið gentan Sigrid kemur í dalin, og endar summarið eftir, tá ið hon verður førd úr aftur dalinum.
Walter Lord gjørdi sær ómak at leita upp 63 av teimun, ið vóru við Titanic, fekk frágreiðingar teirra og setti tær saman til eina dramasøgu, har hendingarnar vera endurgivnar frá minutti til minutt so hvørt, sum tær fóru fram.
Høvundurin er ávirkaður av fasismuni, sum tók seg upp í Europa í árunum undan 2. heimsbardaga, og moralskir spurningar settu í stóran mun dám á skaldskapin hjá Lagerkvist í 1930 og 1940árunum. Snýr seg um tíðarleysa óndskapin.
Skaldskapur á føroyskum. Yrkingar og stuttsøgur - umsettar og á upprunamáli.
Telur 194 síður, 9 greinar, sjey hugvísindaligar og tvær náttúruvísindaligar greinar.
Ein ferð hjá norðurlendskum journalistum í norðanlondum.