Frásagnir um ymiskt, sum fólk hava upplivað, t.d. fyriboðan og ávaring, ófrættatíðindi, feigdarboð, dulda megi og um at vera framsíggin.
Framhald av Týskt 1 - eisini til 8. flokk. Leggur seg serliga eftir veikt bendum sagnorðum í tíðum og bundnum navnorðum í føllum, umframt at klokkan, tølini, dagar, mánaðir og árstíðir eisini verða viðgjørd.
Í savninum eru samrøður við allar forkvinnur og menn, ið hava verið í Føroya pedagogfelag, og tekstir, skrivaðir av fólkalívsfrøðingi, hugmyndafrøðingi, námsfrøðingum og skaldi.
Bókin er ætlað til føroyskt undirvísingina eftir jól í triðja flokki. Arbeiðsbøkurnar eru gjørdar soleiðis, at næmingarnir í stóran mun kunnu arbeiða sjálvstøðugt við uppgávunum.
Hannibal og horvni hundurin er um dreingin Hannibal, sum býr í eini ikki heilt vanligari familju. Tá ið hundur hansara Harry, sum heldur ikki er ein vanligur hundur, knappliga hvørvur, hendir mangt óvæntað og stuttligt.
14 løg. Fólkatónleikur.
14 løg. Poppur. 3. fløga hjá maður:glotti
Siðbundin italienskur fólkatónleikur.
Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, hevur eina góða vinkonu, sum eitur Nina. Men tá ið Nina fer at syngja, verður Ignora illa við og krógvar seg. Allur skúlin fer at leita eftir henni. Tá ið hon verður funnin, argar ein stórur drongur hana .
Frøkun Ignora eksploderar onkuntíð, tá ið tað ikki gongur henni eftir vild. Hóast hon ikki kann lata vera, er hon kedd av, at tað er so. Fiskaseljarin sigur henni, at trupulleikin við at eksplodera í høvdið á fólki, er, at tú fært skøvur í hjartað.
Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, og Gunnar, besti vinmaður hennara, ætla at seta sín dám á heimin. Tí fara tey ein túr í Klandursvík at royna at seta sín dám á. Men tað gongur ikki sum Ignora ætlar.
Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, fær ein dagin ein seðil í skúlanum frá Gunnari. Á seðilinum stendur: Tú ert fitt. Knappliga er Ignora forelskað. Men hvat gert tú, tá ið tú ert forelskað?
Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, hevur ein góðan vin, sum er fiskaseljari. Hann tekur sær væl av Ignoru. Men kortini saknar hon pápan, sum er deyður í ferðsluvanlukku, sum hon plagdi at siga søgur.
15 kórsangir, m.a. Boðar tú til allar tjóðir, Jeg vil mig Herren love, Joshua fit the battle of Jericho.
12 sangir. Fólkatónleikur.
Hajime elskar bæði konu og døtur. Alt sær út til at vera so sára gott. Tá barndómsvinkonan Shimamoto brádliga aftur trínur inn í lívið hjá Hajime, verður hon ímyndin av tí tómrúmi og longsli, sum hann hevur kent øll árini.