Sakarias hevur summarfrí er triðja bókin um Sakarias, sum eigur eina ommu, ið ikki er sum ommur flestar. Summar er tað besta Sakarias veit.
Hitt triðja træið er sætta bókin í røðini Kalt blóð. Í grannalagnum hjá Teiti og Sigrið sær Teitur, at ein maður grevur í garðinum. Teitur undrast, hví holið skal vera so stórt. Ger hann pláss fyri einum træi? Ella einum líki?
Søgan er fyrst og fremst um viðurskifti við mammuna. Ein mamma, sum ikki er sum aðrar vanligar mammur, ein mamma, sum ikki orkar sonin heilt, ein mamma, sum slær, og ein mamma, sum fyllir sonin við ótta, skomm og sakni.
Frøkun Ignora fer til París er áttanda bókin um fittu sjálvstøðugu gentuna Ignoru, sum býr einsamøll í einum torni. Saman við Gunnari fer hon til París at ferðast, og har upplivir hon mangt, hon heldur er løgið.
Eitt yvirlit yvir føroyska fólkamentan. Greitt verður frá dagliga lívinum á sjógvi og landi, soleiðis sum tað var upp til fyrst í hesi øld. Greitt verður m.a. frá hoygging og torvskurði, neyta- og seyðahaldi, hvala- og fuglaveiðu og høgtíðum.
Kjarnin er Káta hornið hjá Teiti Lassen. Tilfarið er í 4 tættum. Tættirnir eggja næmingunum at viðgera sangtekstirnar ymiskliga og síggja ymsu løgini, ið sangtekstur kann hava í sær, eisini hóast hann er bæði stuttur og gerandisligur.
Fimta savn í røðini. Týddar yrkingar - allir yrkjarar eru føddir fyri seinna heimsbardaga. Hini søvnini eru: Lógvalestur, Anadyomena, Veingir, og Ariel.
Mállærubók til miðstig fólkaskúlans. Harry og Elly ferðast til Hjálands, Sjálvlands og Navnorða- og Sagnorðaríkis. Á heimferðini sigla tey fram við hólmum og millum hólmar, ið allir onkursvegna goyma ymsar skattir - stavsetingarskattir.
Bókin er ætlað at verða brúkt sum lærubók og sum handbók hjá grannskoðarum og advokatum, eins og hjá øllum, sum arbeiða við skattafakligum evnum í t.d. peningastovnum, tryggingarfeløgum og hjá skattavaldi.
Ó- tað ódeyða, tað óútrokniliga er holdbundið í Bænadikti Chonradsen, keypmanni. Har, hann ber við, fer alt av lagi. Trúgv, vón og kærleiki missa sítt gildi. Trúboðin, Matthias J. Danielsen, halgar hinvegin sítt lív til Guð, men trýr ikki upp á hann.
Innlit í, hvussu føroyska fiskiveiðan er broytt, bæði tá ið ræður um, hvar vit fiska, hvussu vit fiska, og hvørji fiskasløg vit fiska. Broytingin í føroyska fiskiflotanum verður eisini viðgjørd, umframt at flotin, sum hann er nú, verður lýstur.
1. føroyska grafiska skaldsøga. Tað er summarið, tá ið alt tað besta og tað ringasta hendir. Dávið og Tomm eru forelskaðir í Lisu. Lisa velur Dávið, men ger tað liðugt við hann stutt eftir, at tey hava skeldast. Síðan hvørvur Lisa á gátuføran hátt.
Besti vinur Torak verður dripin, og Torak fær beinanvegin frænir av, at tað er hin óndi Thiazzi, ið hevur gjørt hetta. Lesarin fylgir Toraki, meðan hann jagstrar drápsmannin.
Súlubók 5 er partur av súlubókunum, sum eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í Súluni.
Søga fyri børn. Um gentuna Mari, sum hevur hjartasorg og um drongin Kunuk, hvørs foreldur eru skild. Tá ið Kunuk frá sær sjálvum av sorg ætlar at forgera sær, má Mari royna at koma honum til hjálpar.
Søga fyri ung. Isabel, sum er gøtubarn í Rio er noydd at berjast móti sjúku, svongd og harðskapi. Eisini skulu tey ansa sær fyri drápsmonnum, sum hava til arbeiðis at rudda gøturnar fyri gøtubørn.