Í bókini eru fýra partar. Fyrsti partur er um vistfrøði. Annar partur er um arv og lívmenning. Triði partur er um arv og umhvørvi. Fjórði partur er um nøring í víðastu merking. Bókin er liður í einari bókarøð til 7.-9. flokk í fólkaskúlanum.
Ernestine greiðir frá søguni hjá tí, sum tá varð kallað ein av Føroya vakrastu skonnartum. Dávur úr Gerðum, skipari, hevði sæð hana undir Íslandi. Honum dámdi skipið so væl at hann og bróðurin, J. F. Kjølbro, keyptu Ernestine úr Fraklandi í 1927.
Bókin er um nøkur ungfólk í 9.B. Í 9.B er ótrúligt samanhald. Men sjálvandi; øll kunnu jú ikki vera eins ágangandi og Elsa Maria ella eins evnarík og Riina ella eins sjeikalig og Pepsi - Pepsi, sum fær øll gentuhjørtu at duka harðari.
Føroyskur dansur við Dansifelagnum í Havn ið kvøða Regin Smiður, Brynhildartáttur og Høgnatáttur. Upptøkurnar eru frá 2009, 1986 og 2006. Skiparar eru Birgir Djurhuus, Høgni Mohr og Niels á Velbastað.
Hamferð var sett á stovn í 2008 við einum málið: at bjóða Føroyum Doom Metal. Vindhørðu og frostbitnu oyggjarnar eru í myrka vetrinum heimstaður til eitt dapurt og tunglynt huglag ið rættuliga kann umboðast við Doom Metal.
Fyrsta útgáva hjá Debess Blues Station. Uni R. Debess, Edvard N. Debess & Rúni Højgaard eru allir royndir tónleikarar innan blues. Allir sangirnir eru upprunaligir og hava sín heilt egna stíl. Tað besta føroyskt blues kann bjóða uppá.
Sonn søga um ein tannáring, ið gjørdist sniðskjútti í 1942. Uppgáva ljóðar uppá at skjóta so nógvar týskar hermenn sum gjørligt. Í byrjanini kennist tað sera torført at skjóta, men so við og við gerst tað lættari.
Luka vil verða mannajagstrari, men hann hevur ongan lærumeistara. Tá ið hann hoyrir um víðagitna mannajagstraran Ezra ArManju, fer hann av stað í stundini í vón um at gerast lærlingur hansara. Á vegnum møtir Luka teirri villu Selinu.
Lítla skrímsl ræðist hæddir. Men tað er sjálvandi ikki nakað, mann sigur fyri øðrum og slett ikki Stóra Skrímsli, ið torir at klintra øgiliga høgt. Í staðin reypar mann sær og sigur seg tora alt møguligt.
Í 1893 fór Jakob Jakobsen til Hetlands á granskingarferð at kanna hetlendska Norn málið og staðarnøvn. Eisini kannaði hann føroyska málfrøði o.a. Hetta savn kannar og metur um ymsu vísindagreinir hansara eitt nú innan málvísind, tjóðminni og søgu.
Varðin … Eyðsæð er, at varðin eisini hevur stórt stílfrøðiligt virði. Sostatt ber til at skilja varðan sum ein myndburð fyri ein tekst. Bæði teksturin og varðin eru m.a. settir saman av størri og minni brotum. Og bæði fyribrigdi eru altíð partar av eini størri heild - eins og ein synekdoka.
Rugbreyð við skinku, sum kom út í 1982, er søga um barndóms- og ungdómsárini hjá høvundinum Bukowski. Hon verður søgd ígjøgnum sjálvævisøguliga persónin Henry Chinaski.
Í hesari bókini nemur Jeffrei Henriksen m.a. við málrøkt, orðasmíð, rættskriving og upprunafrøði. Ein áhugaverd bók hjá teimum, ið hava almennan áhuga fyri føroyskum málspurningum, og hjá teimum, ið lesa á Føroya læraraskúla og á Føroyamálsdeildini.
Nýggj og broytt útgáva.
Náttúra og tøkni 3 er ætlað 6. flokki. Í bókini er lívfrøði og landalæra grundvøllurin. Mentan og tøkni, ávirkanin frá menniskjanum, verða tikin við, har tað natúrliga fellir inn.