Søga til børn um tríggjar dreingir og ein stork, eina føðingardagsveitslu, ein skatt, ein dreka við átta beinum og ein keypmann, sum etur kaspars-frø.
Á eini útferð í 1935 fyri at síggja og hoyra um útgrevsturin eftir Norsku Løvu, hvørvur ein fjúrtan ára gamal drongur, og 75 ár seinni biður beiggi drongin Hannis Martinsson um at hjálpa sær við at fáa greiðu á málinum.
Heiðursrit fyri professara í lívfrøði, Dorete Bloch. Greinirnar í bókini lýsa arbeiðisøki hennara og føroysku náttúruna.
Ein søgulig lýsing av Petur Alberg, við eitt nú pettum úr dagbók hansara og samtíðarlýsingum.
Ein dagin, tá ið Suffía kemur heim úr skúlanum, finnur hon eitt bræv í postkassanum. Hetta er byrjanin til heimspekiliga ævintýrið hjá Suffíu saman við gátuføra læraranum í heimspeki, sum ikki vil siga, hvør hann er.
Søgan fer fram í tíðini eftir avtøkuna av kongliga einahandlinum í 1856. Samfelagið er í broyting frá bóndasamfelagi til fiskivinnusamfelag, og hetta ikki uttan stríð. Øvund og ósemja taka seg upp, og politikararnir nýta ósemjuna til egnan fyrimun.
Níggju stuttsøgur um lindir og leitan.
Føroysk ungdómsbók, sum fer fram eitt vikuskifti í Havn. 10 ungfólk verða lýst í bókini, hvør frá sínum sjónarhornið.
Tað er okkara væl kenda Meyla, sum syngur. At hjálpa sær við tónleikinum hevur Meyla fingið fatur á teimum vælsvingandi Molunum. 9 løg eru á fløguni. Summir av sangunum eru væl kendir, onkur spildurnýggjur og aðrir eru týddur úr enskum.
Um søgur og skaldsøgur eftir Jens Paula Heinesen.
Føroyskt vísindatíðarrit. Greinir á føroyskum, norskum, svenskum og enskum innan evni, ið hava tilknýtið til føroysk viðurskifti, m.a. mál, fólkavísur, og lívfrøði.
Skrokkurin til bókina varð skrivaður á einum grønlandstúri í 1965. Bókin er skrivað sum dagbók og lýsir dagligu tilveruna umborð á Kongshavn, men er eisini ein mynd av lívinum hjá rithøvundanum.
Føroysk ungdómsbók, sum fer fram eitt vikuskifti í Havn. 10 ungfólk verða lýst í bókini, hvør frá sínum sjónarhornið.
Nótabók við løgum eftir Knút Olsen, m.a. Ein firvaldur í góðum lag, Føroyar, mín móðir og Kirkjan hon er eitt gamalt hús.
Tað er, tá ið foreldur Alex svíkja, at hann flytur út á gøtuna. Ein hjartanemandi søga um tilveruna hjá gøtubørnum og um, at tað hóast alt ber til at hava vónir fyri framtíðina.
Rými er triðja bókin í røðini um unga dreingin Hvassa, sum ongan eigur uttan seg sjálvan. Hvassi flýggjar framvegis um somu tíð, sum hann roynir at finna lítlu Jaz, ið hann er vorðin góður við.