Bókin byggir á øll nøvn, ið eru brúkt í Føroyum í dag. Hvat nøvn kunnu merkja, hvussu nógv eita navnið í 2010 og hvussu nógvir stavihættir eru av navninum.
Skaldsøgan fer fram í Havnini stutt eftir aldaskiftið 1900, og tær sosialu og søguligu rembingarnar verða beinleidis brúktar í søgugongdini.
Yrkingar á tremur við myndum og metaforum, sum snúgva seg um identifikatión og uppgerð, eins og tær lýsa og gera viðmerkingar til tóma og innhaldsleysa tilveru, ið er grunn og bundin at njóting.
Ph.d. ritgerð við Ruhr Universität Bochum í 2007.
Myndabók, ið er grundað á eina sanna søgu úr Hesti. Um eina fitta ommu, ið hjálpir tveimum oljudálkaðum æðum.
Ezra, Selina og Luka leita eftir Veiðumannabókini. Teir skulu forða greivanum at sleppa einum dreka leysum á jørðini. Og tað er ein kapprenning við tíðina.
Ein dagin verður Hannis Martinsson ringdur upp av einum sandingi, sum sigur, at tann deyði maðurin, sum er funnin, er beiggi hansara.
Lykilin er helst undirtittulin, sum boðar frá, at tekstirnir snúgva seg um tómleikan millum orðini, um hesi millumrúm, sum orðaleys bera alt innihaldið.
Søgurnar, sum viðgera tilveruspurningar, øll menniskju í okkara samtíð mugu seta sær, noyða, á gátuføran hátt, lesaran at sjálvur taka støðu til viðbrekin viðurskifti í lívinum.
Lýsir hugtøk og fyribrigdi við drúgvum frágreiðingum og nógvum dømum. Torleikastigið er hækkað til mállæru, ið hóskar seg best miðnámi og framhaldslestri.
Hesi 8 venjingarhefti til Súluna eru ætlað at venja ta fyrstu lesingina. Teksturin er ljóðrættur í mest møguligan mun, og tey hava eitt lix-tal og eitt let-tal, læseegnethedstal.
Søgan byrjar í Havnini í 1846. Hon er um teir tríggjar brahmadellarnar og um onnur hampafólk, sum livdu tey árini, tá so nógv broyttist í Føroyum. Hetta er eisini ein søga um harðskap, svik og politikk í 1990unum.
Ein hin kendasta bókin eftir Mark Twain. Spennandi, stuttlig og verður av nógvum roknað sum klassikari í nýggjum amerikanskum bókmentum.
Yrkingasavnið um dupultmoralin, lívsins skuggasíðu, villandi átrúnaðin.
Puck er bangin fyri illsintum røddum, bangin fyri at fólk skulu hvørva. Hetta er ein søga um svik og vreiði, men eisini um vinalag, kærleika og kanska sáttargerð.
GMDSS SRC og ROC VHF-lærubók er ætlað sum frálærubók hjá teimum, sum vilja útvega sær VHF- radiopróvbræv til at passa VHF-radioútbúnað umborð á bátum og skipum.