10 sangir skrivaðir til kapping í samband við 50 ára føðingardag Amnesty Internationals.
Ein maður verður funnin deyður niðri í fjøruni í Føgrulíð á Borðoynni. Hann er leinkjaður ímillum tveir steinar í sjóvarmálanum, og fuglur er farin illa við honum.
Náttúra og tøkni 3 byggir á bøkurnar Náttúra og tøkni 1 og 2, og er ætlað 6. flokki. Í bókini er lívfrøði og landalæra grundvøllurin. Mentan og tøkni, ávirkanin frá menniskjanum, verða tikin við, har tað natúrliga fellir inn.
Í mai-juni 2011 vóru systrarnar Inga Rósa, Bergljót og Turið vallaraferð í Spania. Tær gingu ein góðan mánað eftir teirri túsund ára gomlu pílagrímsgøtuni Camino de Santiago.
2. bind er um Fitjahandilin og týdning hansara fyri menningina í nýggjari tíð. Hvussu útróðurin av álvara kom fyri seg, um bátar og skip, sum vórðu keypt til bygdina, og hvør virkaði fiskin. Ein partur er um virksemið og stóru hugsjónirnar hjá Ólavi á Heygum, tær íløgur, hann gjørdi, og ta mótstøðu, ið tók seg upp ímóti ætlanum hansara.Stór deild er um tey hús og tey húski, ið vóru í Vestmanna í 1925.
1. bind reikar fyrst um, hvussu gomul bygdin man vera, og hvussu hon mundi vera skipað við gørðum og ærgjum. Hvar teir upprunaligu garðararnir vóru, og hvussu hagi, bjørg og bøur vóru býtt. Greitt verður frá teirri kraft, ið losnaði, tá ið kongligur úthandil kom til bygdina og læt dyrnar upp fyri nýggjum vinnumøguleikum, sum kravdu nýggjar útbyggingar, bátar og atløgubryggjur og skipað havnarviðurskifti.
Jógvan í Lon heldur fram at svara spurningum frá málsliga áhugaðum spyrjarum í Útvarpinum. Bókin er skorin eftir sama leisti sum Málmaðurin í útvarpinum 1.
Bábelstornið er ein politisk ættarsøga, sum lýsir húsfólkið á tveimum gørðum ígjøgnum trý ættarlið. Eisini er skaldsøgan á sín hátt ein ævisøga um tjóðskaparrørsluna, sum veruliga kom í ljós í seinna helming av 19. øld.
Ein fitt, sæl og skemtilig lýsing av ungdómsforelskilsi hjá unglingi á bygd fyri hálvt hundrað árum síðan.
Ætlanin við hesi bókini er at geva løgtingsvalinum 2011 eina breiða viðgerð og lesaranum innlit í teir tættir, sum myndaðu valstríðið og høvdu týdning fyri úrslitið.
Ein heilt serlig metbók um bæði eitt og annað. Saman við metunum eru stuttligar tekningar á hvørji síðu. Visti tú til dømis, at um tú vildi átt besta pápan í verðini, so skuldu tú verið ein lummafroskur ella sjóhestur?
Ein bók um ta ómetaligu hugtakandi og tíðum syrgiligu søguna um indianararnar, heilt frá landnámi teirra úr Asia til Amerika og til landtøkuna hjá tí hvíta manninum. Við í bókini fylgjur ein fløga við víðagitnu taluni hjá Seattle høvdinginum.
Bókin gevur lesaranum innlit í teir stríðsspurningar, sum eyðkenna kjakið um átrúnað og lívsáskoðan. Og hon vísir, at ósemjurnar um lívsins stóru spurningar eisini finnast í Føroyum.
Stórpolitikkurin ridlar, parlament verða øst upp, tí verur uttan úr heimi hótta mannaættina, og bert ein – ein serur havnarmaður, ið hevur búsett seg í Mykinesi – er førur fyri at greiða fløkjuna.