Bókin mennir háttalag at kanna fortreytir og eyðkenni fyri grundlógarroynd, hvussu dómstólar og aðrir óheftir trætustovnar taka støðu til, hvørt lægri lóg er í samsvari við hægri. Nógv venja verður umrødd og hugt verður at stórum tali av úrskurðum úr mongum ymsum londum og løgdømum.
Í hesari bókini hugleiðir Geir Lippestad um virðini, sum hava stýrt hansara verjuarbeiði at verja hópdrápsmannin Anders Breivik. Á botninum liggur eitt óvikandi álit á mannvirði, fólkaræði og rættartrygd. Rættarsamfelagið má fevna um øll.
Hetta er ein serlig søga um, hvussu tað góða roynist, og hvørji kor tað hevur í einum heimi, sum er súrgaður av synd. Høvuðspersónurin, sum er ferðasølumaður, er frelstur maður. Hann er eirindaleysur í síni tráan eftir at gera rætt og vera rættvísur
Ættarskaldsøgan er sett saman av tjúgu pørtum, ið røkka frá 1952 til 2001 við einum níti ára føðingardegi 1. okt. 1989 sum snúningsdepli. Hvør partur er ein søga, sæð úr sjónarhorninum hjá einum av persónunum. Søgurnar flætta seg hvør inn í aðra.
Í hesi bók eru savnaðir sekstan tættir eftir eitt av teimum nýggju táttaskaldunum, sum sóu dagsins ljós í V4-sendingunum hjá útvarpinum í sjeytiárunum.
Tað er ikki altíð so lætt at vera tólv ár og at skula bera seg at, soleiðis sum øll vilja hava, at tú skalt. Í hesi síðstu bókini eru, amorinir í luftini, tí skúlaveitsla er, og tað gleða øll seg til. Men so hendir nakað, sum fær øði í skúlastjóran …
Lús og loppur er søga um Vár. Tað skriðar so illa í høvdinum á Vár, so mamman fer at leita eftir lús. Men so fer Flekk eisini at klóra sær …
Tá ið lítli Páll læsir seg inni á vesinum, noyðist hann at sita har í myrkri. Har er líka so óhugnaligt inni sum í einum krimifilmi, og knappliga hoyrir hann onkran flenna spakuliga. Láturin kemur úr baðikarinum …
Kristni 4 er bókaheild til undirvísingina í 4. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo.
Kristni 4 er bókaheild til undirvísingina í 4. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo.
Kanska ber tað til at finna eydnuna, tá ið høpisloysið fløðir, og tómleikin oysir niður. Ella í øllum førum at hóma hana. Gleðina. Tá ið søgur uttan kjøt og blóð missa sína gandamegi, og náðin vísir seg at vera endurspegling av tínari egnu ræðslu.