Besti vinur Tonju er tann 74 ára gamli Gunnvald, og tá hann endar á sjúkrahúsi við brotnum beini, kemur Tonja fram á, at hann hevur hildið okkurt sera týdningarmikið loyniligt fyri henni...
5 greinir um løgfrøðilig viðurskifti.
Sjónleikur í trimum pørtum, sum í ávísan mun byggir á søgnina um Anniku í Dímun.
Børnini í 1. b eru úti í skógini og leita eftir smákyktum, og tað er sera spennandi! Men so ein dagin fer at skriða í hárinum á Maiu, og tað er ikki líka spennandi! Maia hevur fingið lús, og hon er ógvuliga kedd. Men lýs kunnu basast, og tá Oskar kemur at spæla við Maiu um kvøldið, fáa bæði lúsaviðgerð, og tað er stuttligt!
Katniss Everdeen er enn á lívi, hóast hon tvær ferðir hevur tikið lut í Hungursleikunum. Men Gale er flýggjaður, og Capitol hevur fangað Peeta. Í Sýsla 13 verður uppreistur fyrireikaður. Men skal uppreisturin eydnast, má Katniss seta sítt lív í veð. Hon er tann, sum skal taka ábyrgdina av, at ein hópur av fólki letur lív. Hon skal tryggja framtíðina hjá Panem, tí hon er Boðkveggjan.
Brøvini frá Jakobsen, doktara, eru heilt frá dreingjaárunum í 1870-unum og fram til deyða hansara í 1918. Í sjálvum sær verða tey eitt slag av ævisøgu, soleiðis sum tey endurspegla lív hansara: skúladagarnar í Havn, kostskúlatíðina í Danmark, studentatilveruna í Keypmannahavn, tað, ið hann valdi at lesa, og tá ið hann tók prógv.
Í bókini við brøvum til Jakob Jakobsen, skrivað frá januar 1887 til august 1918, eru 53 brævaskrivarar: úr Føroyum, Orkneyoyggjunum, Hetlandi, Glasgow, Edinburg, Oxford, London og Týsklandi. Nakrir av føroyingunum skriva á føroyskum, hinir á donskum. Annars eru flestu brøvini á enskum, nøkur á týskum. Marianna Debes Dahl hevur týtt hesi brøvini.
Lærarabókin til Kristni 9 er ætlað sum eyka tilfar til læraran. Í lærarabókini til 9. flokk er faktatekstur til hvønn kapittul sær og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við kapitlinum.
15 rithøvundar og 15 myndprýðarar hava skrivað og myndprýtt úrvaldar søgur úr Bíbliuni av nýggjum. Søgurnar eru grundaðar á barnasinnið og barnsins undran yvir alt í heiminum. Eitt føroyskt íkast er í Barnabíbliuni, av tí at Bárður Oskarsson hevur myndprýtt einstakar søgur. Bókin er myndprýdd øll sum hon er og leggur upp til nógvar góður frásøgur og samrøður millum foreldur og børn.
Fortællinger om den kolde krigs bygninger og anlæg i Danmark, Færøerne og Grønland.
Tvær nevndir hava arbeitt við altarbókunum, og staðfest verður, at her er eitt væla verk lagt úr hondum, ið á søguligum og kirkjusøguligum støði er nýskapandi. Biskupur takkar Grunninum Føroyskum Kirkjumáli fyri at hava staðið fyri og samskipað útgávuna av báðum altarbókunum.
13 ymiskir solistar ella bólkar og 13 løg