Úlvanátt í Berardenga
Bókin er onnur í røðini um Juliu og Jónas, sum eru tólv ára gomul. Mamma Juliu er fotografur, og pápi Jónas er blaðmaður, og tey arbeiða á dagblaðnum FFF. Hesa ferð skulu foreldrini arbeiða saman og skriva um norsk ríkmannabørn á einum víngarði í Toscana í Italia. Julia og Jónas eru við teimum og sleppa við í ein føðingardag í loyndarfulla Caiano-húsinum, har ymiskt løgið fer fram.
Nei! segði lítla skrímsl (36)
Onkur bankar uppá! Tað er Stóra Skrímsl. Hann vil altíð ráða, maksar á mínar myndir og nápar pengar. Fer hesin dagur at verða sum allir hinir - ella fer lítla skrímsl at tora at siga honum ímóti?
Um træskoytur og føðingardagsgávuna sum hvarv
Kavi er, og Guðrun og Anna Sofía fáa træskoytur frá snikkaranum, men hægsta ynskið er at fáa ein sparkara. Anna Sofía hevur skjótt føðingardag, og genturnar eru ógvuliga spentar at vita, um hon fær ynskið uppfylt. Morgunin, hon fyllir, eru øll tíðliga á fótum og fara við pápanum út í hjallin, har hann hevur fjalt gávuna. Men tað verður eitt ræðuligt vónbrot, tí føðingardagsgávan er horvin.
Nornadómur
Revaveiðan
Pettson gamli, fressurin hjá honum, Findus, og nakrar hønur búgva í einum lítlum bóndagarði. Ein dagin fáa tey vitjan av grannanum, Gustavsson, sum ætlar sær at fara á revaveiðu. Hvat Pettson og Findus halda um hesa ætlanina, og hvat teir finna upp á fyri at bjarga bæði honum og revi, kanst tú lesa um í hesi stuttligu bókini.
Harry Potter 5
Fimta árið í Hogwarst gerst hvørki lætt ella gott. Gandamálaráðið trýr hvørki Harry ella Dumbledore, at Voldemort er afturkomin. Ráðið setur umboðsfólk, ið skal hava eftirlit í skúlanum og fáa Harry at tiga - og avleiðingarnar eru skelkandi.
Søgan hjá Eriku
Vøkur og áhugaverd myndabók til ung og vaksin um eitt hitt daprasta tíðarskeiðið í søguni. Søgan, sum er sonn, verður søgd av gott 50 ára gamlari konu, sum sigur frá, hvussu hon ímyndar sær, at foreldur síni bjargaðu sær undan at verða týnd saman við milliónum av jødum undir seinna heimsbardaga.
Loppugras, yrkingar
Savn við tólv yrkingum. Heimligar, skemtiligar og samstundis sniðfundigar yrkingar, ið hóska væl saman við tekningunum. Við bókini fylgir fløga við løgum til átta yrkingar.
Veður og tíðindi í Føroyum
Sagt verður, at føroyingar tosa nógv um veðrið, og í heyst kemur út ein bók við hagtølum um veðrið í Føroyum í 120 ár. Saman við hagtølunum, sum eru fingin til vega, mánað fyri mánað í einum ári, eru tíðindastubbar og myndir,sum onkusvegna mánaðirnar og árini. Forvitnislig og áhugverd bók fyri fólk, sum hava áhuga fyri veður og vindi og afturlítandi tíðindum Finnbogi Ísakson stóð fyri tíðindapartinum Allan Brockie fekk myndirnar til veg
Lóa pyntar jólatræ
Lóa og mamma fara at pynta jólatræið. Í eskjuni liggur alt tað fína, sum tær skulu heingja á træið. Har er eisini ein so vakur eingil, sum Lóa noyðist at taka og mussa og kroysta. Tá kemur eitt løgið ljóð frá einglinum....
Anngannguujuk
Anngannguujuk varð rændur úr heimi sínum, men pápin og andamanarin funnu hann aftur inni í landinum hjá teimum stóru dorsetfólkunum. Teir flýddu og komu heim aftur við dreinginum í øllum góðum.
Kom yvirum, Hugo
Hugo er so smátt farin at kenna seg heima í teimum nýggju húsunum, sum foreldrini hava keypt í Port Janua. Enn er hann tó keddur av, at hann býr so langt frá besta vinmanni sínum, Ravni.
Tú & tú & tú
Anon, Zarah og Nils. Teirra lív flættast inn í hvørt annað á spennandi og serligan hátt. Anon, 12 ár, er nakað serligur. Í skúlanum verður hann onkuntíð happaður. Anon í bláum stivlum. Zarah, 17 ár, vøkur sum ein prinsessa, gløgg og órødd. Ætlar í grundini at gera tað liðugt við sjeikin Viktor, men vit og kensla eru – sum so mangan – ikki samd. Nils, 20 ár, lesur støddfrøði og hugsar nógv um lívið og deyðan. Vit liva nú. So eru vit deyð. Einki er at vera bangin fyri.
Opið hav
Fjórða og seinasta bókin í røðini um jødagenturnar, Steffi og Nelli, sum foreldrini sendu til Svøríkis, eftir at nasistarnir vóru farnir at gera seg inn á jødarnar í Wien. Endiliga kemur várið 1945, og kríggið endar. Steffi fær studentsprógv og noyðist nú at velja, hvar hon ætlar sær at vera. Skal hon vera verandi í Svøríki saman við lítlusystrini, skal hon fara til Wien ella kanska til Amerika at leita eftir næstringum?
Um svidnu Pussifelluna og øvut
Søgan er um smágentuna Guðrun, sum er forvitin og droymandi. Á veg heim gjøgnum gøturnar í Havn, fara Oscar og Guðrun inn í Reyðukiosk at keypa tað longsta bommið, sum er at fáa. Meðan Oscar prátar við eina konu, stendur knappliga ein lítil maður frammanfyri Guðruni. Maðurin er púra øvutur. Við honum fer Guðrun í øvutu verð.














