Gáva ormsins
Ein fremmandur vil hava samband við Dinu, ið fær mammu Dinu at flýggja yvir háls og herðar við allari familjuni, og Dina skilir ikki, hví so er. Ber til at fjala seg fyri einum Svartmeistara? Gáva ormsins er triðja í røðini av Skammarabókum.
Seyðagrísurin Babe
Um ein grís, sum endar á garðinum hjá Hoggett og verður seyðagrísur. Babe kemur á garðin hjá Hogget hjúnunum, og ætlanin er sjálvandi, at hann skal enda í einari frystiboks og síðani á døgurðaborðinum, men søgan tekur aðra vend, tá ið tíkin Fly verður var við evnini hjá Babe at reka seyð.
Eldfuglurin
Mathias hevur Símun, sum hjálpir honum at klára seg ígjøgnum ta hørðu tilveruna hjá hansakeypmonnunum í Bergen. Tá er ringt at skilja, at besti vinurin knappliga gerst góður við ein annan, og burtur úr hesum stendst eisini ein sorgarleikur.
Tann tvíeggjaði knívurin
Tólv ára gamli Will hevur dripið ein mann. Púra einsamallur í verðini ætlar hann at finna sannleikan um, hví pápin hvarv. Hann fer ígjøgnum eitt vindeyga og kemur í ein annan heim. Her hittir hann Lyru, og saman fara tey upp í tornið Torre degli Angeli, har ein gripur liggur fjaldur, sum fólk vilja drepa fyri at fáa hendur á. Hesin lutur, skal vísa seg at fáa avgerandi týdning fyri lagnuna hjá øllum mannabørnum.
Skammarateknið
Søga fyri børn. Familjan Tonerre er flýggjað niðan í Hálendið, men tann hevndarhugaði Drakan og drekaherur hansara fáa alsamt meira vald, og Skammarin og børn hennara finna ongan tryggleika nakrastaðnina.
Lokki litaval
Yrkingasavn fyri børn og barnsligar sálir. 35 stuttligar yrkingar og vakrar myndprýðingar.
Chr.Matras-Yrkingar
Heildarsavn, ið fevnir um upprunayrkingar og týddu yrkingar Christians. Yvirlit, ið vísir, nær hvør einasta yrking er yrkt, somuleiðis eru broytingarnar skrásettar.
Heimurin hjá Suffíu
Ein dagin, tá ið Suffía kemur heim úr skúlanum, finnur hon eitt bræv í postkassanum. Á lítla lepanum í brævbjálvanum stendur: Hvør ert tú? Hvaðani kemur heimurin? Hetta er byrjanin til heimspekiliga ævintýrið hjá Suffíu.
Eg skal hava ein hund
Helena ynskir sær so inniliga at fáa ein hund, men mamman og pápin siga kortanei. Helena finnur tí uppá ein ósjónligan hund, sum hon kallar Hussie.













