Við Urðarbrunn
Ein halastjørna er komin
Yrkingar til børn. Yrkjarar úr Danmark, Finnlandi, Føroyum, Íslandi, Noregi og Svøríki hava skrivað yrkingarnar. Aftast í bókini er ein fløga, har tú kanst hoyra yrkjararnar lesa nakrar yrkingar á sínum egna máli.
Markus og genturnar
Markus Simonsen er forelskaður-aftur nú. Í dag er hann forelskaður í Elin Kristinu, í gjár var hann forelskaður í Theresu. Og so var tað Elisabet og Trude og-ja, stutt sagt-hann hevur verið forelskaður í øllum gentunum í flokkinum. Hann er altíð forelskaður!So tað er ikki so løgið, at Markus er stúrin. Kanska bagir honum okkurt í heilanum! Men tað, sum hann stúrir mest fyri, er, hvussu hann skal bera seg at saman við gentunum. Lukkutíð-ella ólukkutíð-hevur Markus vinmann, sum eitur Sigmund..
Sandor/Ida
Hon er pen og væl umtókt. Hann kennir seg sum eitt einki. Hon býr mitt í Stokkhólmi. Hann í einum býarparti uttanfyri Gøteborg. Hon er ofta í býnum saman við vinkonunum. Hann brúkar alla sína frítíð at dansa ballet. Hon er troytt av at fjasast við dreingir. Hann hevur ongantíð verið við gentu. Hon verður kalla teys. Hann verður lagdur undir at verða samkyndur. Hon hatar sítt lív. Hann hatar sítt lív. Hon eitur Ida. Hann eitur Sandor. Tey hittast á netinu
Tað nýggja Atlantis
Vit liva í eini tíð, har vit nærum hvønn dag uppliva stór tøknilig framstig. Áhugavert er tí at lesa stuttsøgur, har kendir rithøvundar longu tíðliga í 19. øld lýstu verk, ið menniskjan framdi við sínum hugflogi og síni neyvu vitan um náttúrufrøði og tøkni. Ofta má lesarin ásanna, at vísindaskaldskapurin ikki altíð er veruleikafjarur.
Harry Potter 4 og eldbikarið
Heimsmeistararskapurin í quidditch er í Onglandi. Í Hogwarts er ein loyndarfull kapping í gongd. Brátt snýr alt seg um kappingina, og samstundis gera Voldemort og hansara fólk alt meira um seg.
Dýrgripur Tu Ducs
Julia og Jónas fara saman við foreldrum sínum til Vietnam. Pápi Jónas er tíðindamaður og mamma Juliu er myndakvinna. Julia og Jónas fara á kanningarferð, sum verður ikki sørt vandamikil. Tað verður ein ferð, tey ikki gloyma í bræði.
Okkara kokkur
Drongurin við silvurhjálminum
Jón hevur eina serliga lítlasystur. Hon hevði veingir, tá ið hon var fødd. Pápin og mamman vilja ikki kennast við hana, og ein dagin, hann kemur úr skúla, er systirin horvin. Frá sær sjálvum heldur Jón avstað at leita eftir systrini. Óvæntað fær hann ein løgnan hjálparmann, Mitchum, ið ikki fírir fyri nøkrum.
Havsins dýpi
Afturvendandi evni, sum hevur verið viðgjørt í undanfarnu bókunum, er sambandið millum Steffi og strongu fosturmammuna. Í hesi bókini loysnar knúturin eitt sindur, og kærleikin, sum veksur teirra millum, sleppur dyggiliga at standa sína roynd.
Eg havi fingið lýs!
Ein stuttlig og kunnandi bók um at basa einum óynsktum gesti. Henda fitta bókin lýsir skriðandi gestin á ein stuttligan hátt, og hon kunnar eisini um viðgerð móti óynskta gestinum.
Borgin handan havið
Ása er væl við høvdingasonin Torfinn. Hann fer á víkingaferð, men kemur ikki aftur. Øll halda hann vera deyðan, men so ein dagin daga skipini úti í havsbrúnni og Ása er eydnurík. Men fer hon at tora at siga honum frá, hvaðani hon er komin?
Varðbjørn
Tað er tíðliga um morgunin. Leikabúðin er ikki opin. Allar bjarnirnar liggja í fasta svøvni ... næstan allar, tí ein svevur ikki. Hvat bagir lítlu bjørnini? Hon situr á varðhaldi og bara starir og svarar ikki, tá ið vaskibjørnin, hvítabjørnin og hunangsbjørnin royna at hjálpa henni. Men so kemur Sussibjørnin...
Hjálp! Ránsmenn!
Tveir menn í brølapum og við maskinbyrsum í hondunum koma brestandi inn á posthúsið. Sebastian og Johanna koma heilskapað frá ráninum, men aftaná kemur ræðslan: tey sóu ikki, hvørjir ránsmenninir vóru, men ránsmenninir sóu tey.
Hvar er Bus-Álvur
Nú er Álvur vorðin stórur og skal fara í skúla í morgin. Men hví er hann so tigandi og fáligur og als ikki so glaður, sum hann er vanur?














