Bókin lýsir, hvussu Landsverk hevur ávirkað samfelag og mentan. Bókin knýtur ymisk tíðarskeið saman og fevnir bæði um rossagøtur og landsvegir, víkingaskip og nýmótans ferjur, varðar og undirsjóvartunlar.
Bókin lýsir skilnaðin ímillum tey ymisku fiskasløgini og hugt verður eftir innaru og uttaru eyðkennunum, við denti lagdur á tey uttaru eyðkennini; eyðkenni, ið síggjast við berum eygum.
Sagt verður frá einum smádreingi, sum lærarin einki væntaði sær av, men sum longu 12 ára gamal tók teir vaksnu á bóli. Sum ungur var hann altíð millum teir bestu ella bestur at fiska á skipi í sjálvdrátti. Sum skipari var hann altíð millum teir fremstu, og hann veiddi ta størstu nøgdina, nakað føroyskt snøriskip fekk eftir einum ári. Hann var 22 ár, tá hann fyrstu ferð førdi skip.
Heystsuita er ein bók við fotomyndum um slakt í Føroyum, frá rakstri til rullupylsu.
Endamálið við hesum verkevni er at byggja eina skipan upp, sum við tilfari (bóklingum, størri og smærri heftum o.l.) miðlar vitan, upplýsingar og kunnleika til tað, sum høvuðsvinna okkara byggir á, og til tað, sum fer fram á økinum, soleiðis at tann vanligi - ikki serkøni - borgarin í landinum fær møguleika fyri á tann hátt at vera við til og gerast førur fyri at skilja, greina og meta um møguleikar og avleiðingar av menningini fyri náttúruna, samfelagið og einstaklingin.
Stovnanin av føroyskum fiskimannafelagi. Um fiskiveiði og viðurskiftum fiskimanna.
Stovnanin av føroyskum fiskimannafelagi. Um fiskiveiði og viðurskiftum fiskimanna.
Árbók fyri Føroyar 2002, á fløgu
Í 1898 kom stóra innrásin av bretskum damptrolarum á Føroyaleiðirnar. Hon var ein hvøkkur fyri føroyingar, sum sóu sjálvt tilverugrundarlagið hótt. Í 1901 var Villiers tilnevndur konsul í Føroyum.
Bókin er um gamalt føroyskt bátasmíð og lívið kring bátarnar í Føroyum í tíðini fram til umleið 1930. Bygt verður á søguligt heimildartilfar og frásagnir frá fólki, ið kendu róðrarbátatíðina av egnum royndum og róðrarbátarnar í dagligum yrki. Framløgan er skipað í tríggjar partar.
Fiskimálastýrið hevur nú givið út álitið, sum ein nevnd gjørdi um trygd á sjónum. Álitið er skrivað í sambandi við, at landsstýrið hevur sett sær sum mál í hesum valskeiðnum at yvirtaka Skipaeftirlitið.
Samferðslukervið í Føroyum, kostnað-nyttu kanningar, lýsing av oyggjaleiðum hjá SSL.
Aling, ross, føroysk ross, rossahald
Fakligt tíðarrit fyri sjóvinnuna.