, ,

Av bekki á skipabunka (16)

At fáa hóming av upphavligari føroyskari sigling verður hugt út um landoddarnar við teirri vón, at báta og skipafundir í grannalondum kunnu varpa ljósglæmu á viðurskifti, ið víkja at søgu okkara sum siglandi tjóð.

290,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Dias á Heyggi og samtíð hansara (8)

Johan Andreas Godtfred vanliga nevndur Dias á Heyggi livdi frá 1879 til 1968. Hann var í síni tíð kendur sum skipari og vinnulívsmaður og virkin í Brøðrasamkomuni. Hesum greiðir Absalon væl frá. Millum frásagnirnar eru nógvar, sum ikki hava verið frammi fyrr. Tað er sera heppið, at hesar nú eru varðveittar fyri eftirtíðina.

390,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Útlitini fyri einum málskifti (40)

Í ritgerðini verður hugburðurin hjá ungum føroyingum til málini føroyskt og enskt og brigdið føroyskt-enskt kotuskifti kannaður. Hugburðskanningar eru áhugaverdar, tí við at fáa innlit í hugburð hjá ungum føroyingum kann ein fáa ábendingar um, hvussu ein møgulig málslig framtíð sær út í Føroyum.

220,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

From Faroese fjords to the wide world

The story of Bakkafrost is the story of entrepreneurs in several places in the Faoe Islands - Glyvrar, Klaksvík, Fuglafjørður, Vestmanna, Hov and elsewhere. The Group stitched together following the ISA crisis in the early 21st century is quite the patchwork, as Faroese fish farming pioneers found themselves forced to sit down with investors and bankers to find solution.

269,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Av føroyskum firðum út í stóru verð (12)

Hendan bókin er ein roynd at lýsa hendan risan í føroyska samfelagnum í reportasjuformi. Gjøgnum vangamyndir av fólki, sum hava havt eitthvørt tilknýti til fyritøkuna, starvsfólk, samstarvsfólk og eigarar. Harafturat hava vit søguligar lýsingar av gongdini og hendingum og royna at geva eina mynd av Bakkafrost. Hetta er ikki ein bók, sum er ein endalig lýsing av søguni hjá Bakkafrost, men ein mynd, sum vónandi gevur innlit í, hvat hevur gjørt fyritøkuna til tað, hon er í dag.

269,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Hagar og Seyðamørk, Heimabeiti (16)

Við hagayvirliti vísandi hagastødd, áseyðatal, seyðamark, eigarar/festarar/røktarar og hagakort umframt vísandi: tær 85 markatalsbygdirnar og 481 matr. hagarnar í tølum vístar á kortum við áseyðatali og pr. mørk og pr. km² allar viðkomandi lógir og kunngerðir fjallatindar í Føroyum flokkaðar eftir hædd og eftir oyggj og í hvørjum haga teir liggja og hvør stendur fyri haganum forvitnislig grein hjá Eyðfinni Magnussen um føroysku haruna og veiðitøl v.m.

278,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Teir sigla so væl (16)

Bókin er um føroya elsta yrkisfelag sum fer um tey 125 árini.

388,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Neyðugt er at sigla (11)

Neyðugt er at sigla er 100 ára søgan hjá Føroya elsta yrkisfelag. Men hon er eisini meir enn tað. Frásøgnin er tvinnað saman við søguna um føroyska skipsfiskiveiði yvirhøvur, sum bara hevði fá ár á baki, tá felagið varð stovnað 4 januar 1896.

248,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Fiskivinnan sum broytingaramboð hjá amtmanninum (9)

Í bókini verður lýst, hvussu amtmaðurin við einum mentum amtsstovni gjørdist oddamaður í moderniseringini av føroyska samfelagnum fyrra helming av 19. øld. Greitt verður frá, hvørjar møguleikar skiftandi amtmenn sóu í fiskivinnuni, tí í 1832 hendi eitt avgerandi skifti í føroyskari søgu, tá ið amtmaðurin skuldi taka støðu til, hvat gerast skuldi við mongu klagurnar frá útróðrarmonnum um fremmand fiskiskip.

398,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Bók Jógvan (12)

Í bókini, sum nevnist Bók Jógvan og telur 451 bls., eru 29 javnlíkamettar greinir eftir føroysk og útlendsk vísindafólk um fjølbroytt evni av málsligum og bókmentaligum slag. Greinirnar eru skrivaðar á 6 ymiskum tungumálum.9 greinir eru á føroyskum, 7 á norskum,6 á íslendskum, 4 á donskum, tvær á enskum og ein á svenskum.Innihaldsliga fevnir bókin ógvuliga víða.Greinir eru um rúnir, kvæði og tættir.

290,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Traditional Faroese Food Cultu

Bókin er um matmentan í Føroyum frá fornari tíð til í dag. Høvundurin lýsir tað, sum hevur ávirkað matmentanina og givið henni skap. Tað, sum hevur eyðkent gamla føroyska matmentan, er tað ræsta og turra.Tað betra fólkið í Føroyum var fyrst ávirkað av fremmandari matmentan hevur føroyskar matstovumatur tey seinastu árini ment seg so nógv, at Føroyar eru vorðnar gastronomiskt áhugaverdar í altjóða høpi.

129,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Finn teg í organisasjónini (22

Henda bók er ætlað teimum, sum royna at skilja tað, sum hendir innan í teimum sjálvum og ímillum fólk, tá ið tey samstarva. Sum vilja skilja fjølbroytnið í mongu løgunum í sosialum skipanum– bæði tá ið ræður um til­vitsku og ótilvitsku.Atlitini eru so mong, tá ið arbeitt verður við sosialum skipanum, og tað, sum ber ávøkstur, sætt úr einum sjónarhorni, kann vera høpisleyst, sætt úr einum øðrum.

348,00 kr.
Legg í kurv
, ,

North Atlantic Euroscepticism (21)

Talið á limalondum í Evropasamveldinum ES økist alsamt. Men ikki øll í Evropa eru eins áhugað í limaskapi. í Norðuratlanrshavi, í útjaðaranum av Evropa, halda Føroyar og Grønland seg frá øktari integratión við ES. Tá Danmark gjørdist limur í ECC í 1973 avgjørdi Løgtingið, at Føroyar skuldu verða verandi uttanfyri felagsskapin.

220,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Bót og biti 1 & 2

Bókin er um matmentan í Føroyum frá fornari tíð til í dag. Høvundurin lýsir tað, sum hevur ávirkað matmentanina og givið henni skap. Tað, sum hevur eyðkent gamla føroyska matmentan, er tað ræsta og turra.Tað betra fólkið í Føroyum var fyrst ávirkað av fremmandari matmentan hevur føroyskar matstovumatur tey seinastu árini ment seg so nógv, at Føroyar eru vorðnar gastronomiskt áhugaverdar í altjóða høpi.

400,00 kr.
Legg í kurv