Eftir at vera farin úr politikki skrivaði Kristian niður sína hendingaríku lívssøgu. Tilsamans skrivaði hann góðar 2.000 síður, sum í sær sjálvum vísir hansara nærlagda lyndi, og hann hegnisliga m.a. bretsku hersetingina, fólkaatkvøðuna í 1946, Heimastýrislógina, Sjóvinnubankan, verkføll og klaksvíksstríðið.
Sandoyar kirkjubók 1719-1892 er eitt nágreinligt avrit við nútíðarskrift av teimum kirkjubókum, sum sandoyarprestar hava skrivað um tey, sum í hesum tíðarskeiði búðu í teimum fimm sóknunum í Sandoyar prestagjaldi: Heima á Sandi, Skálavík, Húsavík, Skúvoy og Stóru Dímun. Her kann síggjast hvørji børn vóru doypt, foreldur og fadrar teirra, nær tey vóru fermd, nær tey giftust, børn teirra og nær tey doyðu.
Óla Jákup Guttesen er ein teirra, sum hava sitið trúliga á landsskjalasavninum við kirkjubókum, fólkateljingum, skiftiprotokollum, sýsluprotokollum og tinglýsingarbókum og roynt at fingið skil á, undir hvørjum korum fólk í teirra heimbygd hava livað upp ígjøgnum tíðirnar.Nú hevur bygdin við tí vakrasta útsýninum fingið nakrar av sínum ógviliga týðandi táttum festar á blað, so teir ikki hjána burtur.
Suðuroyar kirkjubók 1745-1892 er eitt nágreinligt avrit við nútíðarskrift av teimum kirkjubókum, sum suðuroyarprestar hava skrivað um tey, sum í hesum tíðarskeiði búðu í teimum seks sóknunum í Suðuroyar prestagjaldi. Her kann síggjast hvørji børn vórðu doypt, foreldur og fadrar teirra, nær tey vóru fermd, nær tey giftust, børn teirra og nær tey doyðu.
Kristian Djurhuus (1895-1984) kann sigast at hava verið á hægstu rók í føroyska samfelagnum í 50 ár. Fyrst og fremst er Kristian kendur sum okkara næsti løgmaður aftaná heimastýrislógina. Hann var virkin í politikki í 34 ár fyri Sambandsflokkin, og av hesum vóru heili 18 ár í landsstýrinum - tað mesta nakar hevur verið.
Søgur um ull gevur íblástur til undirvísing í handaverki og skapandi virksemi – bæði við børnum, ungum og vaksnum. Bókin lýsir føroyska ullarmentan. Hon gevur eisini neyva leiðbeining um, hvussu tú loysir úr lagdi, rotar skinn og handfert ull.
Her eru øll tey nevnd, sum eru fødd í Norðstreymi í hesum tíðarskeiði, og tí ber til at síggja nær tey eru doypt, hvørjar gubbar og gummur tey hava, hvørjum tey eru konfirmeraði saman við, nær og við hvørjum tey eru gift, hvørji børn tey hava fingið, og nær tey eru deyð og grivin.
Vága kirkjubók 1797-1892 er eitt nágreiniligt avrit við nútíðarskrift av teimum kirkjubókum, sum prestarnir í Jansagerðibí Miðvági hava skrivað um vága- og mykinesmenn í hesum tíðarskeiði. Her kann síggjast hvørji børn vórðu doypt, foreldur og faddrar teirra, nær tey vórðu fermd, nær tey giftust og nær tey doyðu. Viðhvørt stendur nær tey eru flutt úr prestagjaldinum.
Í ár eru 50 ár liðin, síðan Jóan Pauli Joensen fór undir sítt virki sum fólkalívsfrøðingur. Tað byrjaði tann dagin, hann fekk bræv frá Christiani Matras, sum heitti á unga studentin um at koma heim at savna tilfar og granska í føroyskari siðsøgu og og føroyskum fólkaleiki. Einki slit hevur verið á tí arbeiðnum síðan.Í hesari bókini eru tríggjar áhugaverdar ritgerðir frá ymiskum tíðarskeiðum í hesum granskingarlívi.
Nú Vestmanna kirkja fyllir 125 ár, er hon at síggja til ikki sama kirkja, sum hátíðarhelt 100 ára dagin í 1995. Hon hevur broytt útsjónd uttan sum innan.Stórar hátíðarløtur var hon vorðin ov trong, og tí varð hon longd vestureftir. Uppískoyti, sum er í vøkrum samljóði við gomlu kirkjuna, er týðiliga frámerkt við gamla múrinum, sum skorið er ígjøgnum, so gamla laðingin sæst sum eitt vakurt mark millum farna og nýggja tíð.
Norðoya kirkjubók 1760-1892 er eitt nágreiniligt avrit við nútíðarskrift av teimum kirkjubókum, sum prestarnir í Ónagerði á Viðareiði hava skrivað um norðingar í hesum tíðarskeiði. Her kann síggjast hvørji børn vórðu doypt, forledur og fadrar teirra, nær tey giftust og nær tey doyðu. Viðhvørt stendur nær tey eru flutt úr prestagjaldinum. Henda bók er tann triðja í ritrøðini, sum fer at fevna um níggju bøkur.
Tann fyrra er Eysturoyar kirkjubók fyri árini 1687-1832, og er hon 533 blaðsíður. Hin er Eysturoyar kirkjubók fyri árini 1832-1892, og í henni eru 892 blaðsíður. Fullfíggjaða yvirlitinum yvir persónnøvn og staðarnøvn ber til at nýta bøkurnar sum handbøkur. Eysturoyar prestagjald var tað størsta, og nú tað er komið út, er ætlanin at fáa øll hini prestagjøldini við
Nólsoyar-Páll, man hava verið bæði ágrýtin og charmerandi, men eisini sjálvráðin. Hann fýrdi ikki fyri at fara lætt um lógir og avtalur. Bragdið var at smíða skonnartina, Royndina Fríðu. Hann ætlaði at fiska við bátinum, men lítið kom burturúr. Hann gjørdi fimm túrar uttanlanda. Bókin byggir á upprunaligt keldutilfar, og leggur heilt nýggjar síður av søguni fram.
Greitt verður frá, hvussu tað eydnaðist Havnar Sjónleikarfelag at fáa bygt Sjónleikarhúsið, og søgan um virksemið í húsinum verður fylgd gjøgnum bæði ringar og góðar tíðir, bretska hersetingin og mangt annað fram til 1951, tá ið formaðurin Hans Andrias Djurhuus doyði. Um tíðina eftir 1951 greiða fyrrverandi formenn og onnur frá sínari tíð í Havnar Sjónleikarafelag. Aftast í bókini er yvirlit yvir leikir.
Í bókini er blandað tilfar frá og um Gjógv: Yrkingar, frásagnir, stubbar, søgur, brøv o.a.