Blákollan er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum. Tilfarið hóskar til 3. flokk, men kann sjálvandi eisini nýtast í øðrum sambandi.
Læraramappa er ætla til, at fylla út upplýsingar um læraran.
Næmingamappa er ætla til, at fylla út upplýsingar um næmingin.
Næmingamappa er ætla til, at fylla út upplýsingar um næmingin.
Floksbók - einnýtisbók at skriva fráverðu hjá næmingum í.
Lítið heftið at skriva fráverutímar í.
85 songløg hjá einum av Føroya virknasta tónaskaldi í 20. øld.
Tað var høvuðseingilin Gabriel, ið gav Muhammed boð frá Gudi. Men Muhammed dugdi ikki at skriva, so hann segði dóttrini Fatimu alt, ið sær varð boðað, og hon skrivaði tað. Soleiðis varð heilaga bókin hjá islam til, hon eitur Koranin.
Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá, hvussu tað gongst, tá ið geitin lembir. Fyrst í bókini verður stutt sagt frá geitarhaldi í Føroyum fyrr í tíðini. Bókin hóskar væl til evnislesnað.
Hví hevur blóð so stóran týdning ? Hví drukku víkingar blóð? Eru vampýrar veruliga til? ì hesi bók kanst tú lesa um bæði vanlig og eitt sindur løgin fakta um blóð.
Hvønn dag eru fólk útsett fyri rasismu. Tey verða happað fyri sína trúgv, fáa óreinar viðmerkingar á sosialum miðlum um sín húðarlit ella verða viðfarin, sum vóru tey minni verð. Hóast tað, so eru tað fá, sum siga seg vera rasistar. Hví er tað soleiðis? Rasisma merkir ymiskt fyri ymisk fólk, og hon sær ikki eins út allastaðni í heiminum. Her fært tú meira at vita um, hvar rasisma stavar frá, hvat hon í grundini snýr seg um, og hvat tú kanst gera fyri at steðga henni.
Venja býr avbyrgd á einum stórum slotti. Hennara einasti vinur, barnagentan Inga, er horvin. Venja hevur sett sær fyri at finna hana. Og lítli íkornin, Píl, hjálpir henni. Meðan hon leitar, kemur hon á ókendar leiðir, og hon fær varhugan av, at okkurt er fjalt fyri sær.... Røðin um Venju er eitt lættlisið ævintýr. Tað er gandakent og spennandi við døprum loyndarmálum. Hetta er bók nummar 2 av 6 bókum.
Asta skal byrja í triðja flokki í Gívraskúlanum. Longu fyrsta skúladag fær hon trupuleikar. Tey kunnu bara brúka gand í tímanum, men Asta verður noydd at ganda, tá ein genta dettur í eina stóra svarta grýtu. Tá ein annar næmingur hvørvur, seta báðar genturnar sær fyri at uppklára, hvat er hent. Sjálvt um sonur skúlastjóran er ein av teimum.
Teitur og Ólavur sita niðurbundnir í hoyggjhúsinum. Framman fyri teir er rúmið, har hundarnir skulu berjast. Bæði tann hvíti pitbullurin og staffordshirin eru klárir. Knappliga sleppa teir leysir. teir kasta seg goyggjandi og glepsandi eftir hvørjum øðrum.