Bókin er ætlað til lærugreinina virkisbúskapur á C-stigi í handilsskúlanum, men kann eisini verða brúkt á skeiðum og í sjálvlestri av teimum, sum ongan kunnleika hava frammanundan um virkisbúskap og roknskap.
Lær teg enskt er ætlað undirvísingini í framhaldsdeild fólkaskúlans, miðnámskúlum og hægri skúlum, men hon er eisini væl hóskandi til sjálvlestur hjá teimum, sum vilja læra seg enskt.
Savn við yrkingum, stuttsøgum, greinum og myndum. Flestu tekstirnir í savninum hava ikki áður verið útgivnir á føroyskum. Dentur er lagdur á, at tilfarið umboðar allar tættir í listarliga verki Williams.Tekstirnir eru í fullari longd.Bókin er býtt í í trý evni: Fólk og samfelag, Lívgevandi máttur og Tilverufatan. Bókin er givin út í sambandi við 100 ára føðingardag William Heinesens.
Í hesi bók venda tekstur og tekningar sær til næmingin. Fyri hvørt evni er ætlanin, at lærari og næmingur tosa saman um innihaldið og endamálið við undirvísingini og somuleiðis, hvat annað tilfar skal nýtast aftur at hesi bókini.
Kórsangur, nótar. Tjóðsangurin.
Bókin er ein av fýra í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til lærugreinina virkisbúskap stig B í Hægri handilsútbúgving og í Fiskivinnuskúlanum.
Stórar broytingar eru í skúla og samfelag. Nýggja kunningartøknin setir nýggj krøv til skúlan; men afturímóti gerast eisini nýggir møguleikar at undirvísa og at læra. Arbeiðshættir hjá bæði lærarum og næmingum mugu lagast eftir broyttu umstøðunum.
Av egnum royndum tykir mær, at børn eiga at verða vand við nýtslu av einfølgum orðalista longu í 4. skúlaári. Vit hava í skúlastovuni gjørt nýtslu av tílíkum lítlum stavingarlista, og týðuligur saknur kendist, tá ið tann listin royndist ov lítil. Til at ganga hesum sakni á møti er hesin orðalistin gjørdur. Vanligastu orðini eru tikin við, um so bert lítil ivi kann vera um stavsetingina, meðan óvanligari orð bert eru komin uppí alt eftir, hvussu tvørlig tey ætlast at vera.
Føroysk mállæra til framhaldsskúlar I. Skúlabók.
Ljóðband. Lærubók
Lærubók. Tekstir, viðmerkingar og uppgávur.
Uppgávur. Annað bind av tveimum.