Leyvur eru stórar! Tær eru størstu ketturnar í heiminum og eru sterkir og vøddamiklir veiðarar. Tær hava hvassar tenn og eru ofta í bólki, tá ið tær veiða. Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvussu tær liva, hvat tær eta, og hvussu tær uppala ungar sínar.
Omman hevur ein trupuleika. Rómin er burtur... Tíbetur dugir Óli at leita. Óli leitar eftir sporum og prógvum. Hvør man hava stolið róman?
Djóra-Djóni sigur frá síni yndis fjalladjór. Frá kinkilluni til snjóleopardin. Visti tú? At kinkillur brúka oyruni at sleppa sær av við hitan? At andeskondorar er tað fuglaslagið í heiminum, sum livir longst? At pandur kunnu viga upp í 160 kilo?
Nanna sær Mark fara spakuliga inn í bunkarin. Himmalin uppi yvir henni tykist ljósur samanborið við holið, har hon stendur. Skýggini fara spakuliga frmavið, og av og á hoyrist eitt likkugól; annars er friðaligt. Hon setir seg at húka og starir inn í myrku gongina. Nakrir veikir ljósglottar siga henni, at Mark framvegis er har inni.Nakrir fuglar fara flákrandi og látandi beint uppi yvir holinum, og tað fær hana at reisa seg upp. Hvat hevur rætt teir? Hon heldur ondini og lurtar.
At yvirliva er um at koma livandi frá vandum, frá ýlandi stormum til at liggja og reka úti á opnum havi. Les ótrúligar,sannar søgur um fólk, ið eru stødd einsamøll úti á nøkrum av vandamiklastu støðunum á jørðini, og sum koma undan við lívinum við einføldum kynstrum og hegni.
Henda bók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum
Henda bók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum
Í TALLANDI 2, er framhald av Í TALLANDI 1. Dentur verður lagdur á at skilja mongdir, støddir og tøl, og børnini læra at skriva tølini úr 1 í 10. Harafturat verður kunnað um einfaldar roknihættir. Miðvíst og ítøkiligt arbeiði og kjak er til hvørja uppgávu.
Nem mál í fimta er mállærubók á 96 síður og í 6 pørtum, partarnir í mállærubókini fylgja pørtunum í lesibókini. Arbeitt verður við navnorðum, sagnorðum, lýsingarorðum, eintali og fleirtali, samansettum orðum, sagnorðaendingum, talorðum, samheiti, andnevni, miðalvarpingum, sambindingarorðum, høvuðssetningi, eykasetningi, hjálparsagnorðum, endursøgn, fyrisøgn og lesifatan.
Í bókini verður kunnað um ein part av náttúruni, sum flestu okkara hava sæð túsund ferðir, men sum fáur man hava hugsað nógv meira um. Bókin er úr góðum tilfari og løtt at hava við sær út í náttúruna. Í bókini er fyrst ein almenn lýsing av skónum, og hvar tær eru at finna í føroysku náttúruni. Síðan verða næstan hundrað úrvald føroysk sløg av skónum lýst við teksti og myndum. Aftast í bókini eru yvirlit yvir skrásettar skónir, føroysk heiti og heimildir.
Í bókini eru spennandi søgur frá veruleikanum. Søgurnar eru skrivaðar sum gátur, sum tú kanst loysa. Les, hygg og hugsa. (Prei: Alt, tær tørvar at vita fyri at loysa gáturnar, er í tekstinum ella á myndunum.
Ætlanin við bókini er, at næmingurin í teksti kann venja teir bókstavir, hann hevur lært. Orðatilfarið er avmarkað, og tað eru nógvar endurtøkur. Myndirnar í bókini eru góðar at práta um.
5.b er við í finaluni! Hvussu man tað fara at ganga? Vilhjálmur og Mia ganga saman! Fer tað at halda? Kristian og Vilhjálmur klandrast. Verða teir nakrantíð samdir? Mááál! er triðja bókin av trimun um Vilhjálm og vinirnar. Fyrru bøkurnar í røðini eru Sparka og Skjót!
Trý systkin. Linus, Maja og Oskar. Átta,tíggju og tólv ára gomul. Ein vanligur skúladagur... ein vanligur skúlatími... ein lærarinna, ið ber seg undarliga at!
Lý er glað. Hon skal halda jól saman við systrini, Fíu. Lý ger eina gávu til Fíu. Hon gleðir seg at geva Fíu myndina. Fer Fía at verða glað fyri gávuna frá Lý?
Lý er glað. Í dag skal hon hitta Fíu, nýggju systrina. Fía er 13 ár. Tað er kul at hava eina systur, sum er 13 ár. Ella er tað?