Brá elskar ross. Pápi hennara eigur eitt ross. Tað eitur Rósa. Brá hevur skjótt føðingardag. Hon ynskir sær eitt ross. Einki annað.
Fólk, sum sita í fongsli ella sum fangar í legum ella aðrastaðni, hava altíð roynt at rýmt. Tað kunnu vera fólk, sum hava framt brotsgerðir og sita í fongsli, sum verða hildin at vera ógjørlig at rýma frá, fangar, sum eru tiknir í kríggi av fíggindanum ella politiskir fangar, sum eru settir í fongsul av tí, teir trúgva uppá.
Í 2020 kom koronavirusið til Føroya. Skúlarnir lótu aftur, og børn vórðu send heim. Men hvat er eitt virus í grundini? Hví gerast vit sjúk av virusi? Og hvussu kunnu vit verja okkum ímóti virusi? Tað kanst tú lesa meiri um í hesi bókini.
Fuglar duga at flúgva, at láta og at finna mat. Teir duga eisini at hugsa. Nakrir fuglar eru líka klókir sum sjimpansur. Teir fáa nýggj hugskot og loysa truplar uppgávur.
Leivur Guttesen livdi frá 1929 til 1997, var havnarmaður og sonur Jens Christian (Kisan) og Johonnu Guttesen.Hann var íðin og dugnaligur tónleikari og sangari.Hann skrivaði eisini løg og legði tey til rættis fyri kór og fylgispæl.Tað eru hesi løg,sum verða sýnd fram í bóklinginum.
Eitt vandamikið sombivirus er í umferð. Milo er fangaður í djóragarðinum, har pápi hansara arbeiðir. Bara her eru teir tryggir. Uttanfyri bíða sombiini. Men ein dagin kemur eitt sombi inn í djóragarðin. Og nú má Milo stríðast fyri at yvirliva saman við vinunum Samir og Afiu
Eina kalda vetratnátt bankar eitt lítið barn á dyrnar hjá Kurra. Gentan rættir honum eitt bræv, har tað stendur, at hon er ókenda dóttir hansara. Men Kurri er ikki hvør sum helst. Hann er limur í tí illa gitna ránsmannaharkaliðnum Gávutjóvarnir...
Ebba er heima hjá Bartali, tá ið tey knappliga síggja tvey lýsandi gul eygu í einum vindeyga í kjallaranum. Hvør býr í kjallaranum?
Endiliga sleppur Karla við á sína fyrstu uppgávu sum gávutjóvur. Bofvén-madamman hevur givið boð um, at tjóvarnir skulu finna eitt gamalt skattakort, sum skal leiða til ein ótrúligan sjórænaraskatt.
Bartal gistir hjá Ebbu. Stuttligt, hugsar Ebba, tí tey sleppa at vera uppi so leingi tey vilja. Ebba hevur gjørt tað so hugnaligt við poppkorni, saft og øðrum, og so fara tey at síggja ein film, men Bartal sær ikki út til at hugna sær, og tá ið tey skulu í song, er einki sum tað plagar
Ein einsamallur prinsur ætlar at gifta seg, men hvussu kann hann finna eina rættiliga prinsessu? Tú finnur svarið í hesum fitta, endursagda ævintýri eftir H.C.Andersen, sum er um eina rættiliga høga song og eina evarska lítla ertur.
Tá ið Eyð er á veg í nýggja skúlan, verður hon ov sein og ger av at ganga gjøgnum kirkjugarðin. Har hittir hon Unn. Unn er stuttlig, men hon er køld og bleik, og tað kemur ikki roykur úr munninum á henni, hóast tað er kalt úti ... Man tað bera til, at Unn er eitt spøkilsi?
Vit skuldu verið leyvur. Leyvur eru sterkar og djarvar. Tær eru floksdjór og ansa eftir hvørji aðrari. Tá ið ein leyva ýlir, hoyrist tað níggju kilometrar burturi. Soleiðis áttu vit at verið. Vit skuldu ikki latið onnur lopið ræðslu á okkum. Tá ið tað kemur fram, at nýggja gentan í flokkinum hevur eitt stórt loyndarmál, verður Malan noydd at taka eina trupla avgerð. Er hon nóg djørv at standa ímóti trýstinum frá flokkinum og stuðla nýggju vinkonuni?
Myndlistabókin er ætlað sum íblástur til lærarar, sum undirvísa í myndlist í miðdeild. Bókin inniheldur ymisk hugskot til undirvísing í myndlist í miðdeildini, hóast nøkur av hugskotunum kunnu nýtast til eldri flokkar, og onnur kunnu nýtast í yngru flokkunum. Myndlistabókin fæst eisini sum i-bók.
Hetta er ein avritabók. Tilfarið er hugsað sum ískoytistilfar til einstaka næmingin, men uppgávurnar kunnu lættliga verða nýttar sum upprit til undirvísingina ella sum beinleiðis partur av arbeiðinum í myndlist. Tilfarið kann eisini stuðla teimum lærarum, sum undirvísa í myndlist, men ikki hava linjulestur í lærugreinini, ella sum eru nýútbúnir, tí har eru nógv hugskot, og tey kunnu geva íblástur til ítøkiligar uppgávur. Myndlist til øll fæst eisini sum i-b
Rokning 6, avritsmappa er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 6. flokki.