Lærarabók 4a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum
Mynd og tekstur úr Barnasálmabókini
Í Varðanum hesaferð eru greinar og yrkingar, stuttsøgur og ferðafrásagnir, endurminningar, samrøður og nógv ummælið.
Tað er góðveður um alt Føroya land, og seks bindiklubbakonur hava leigað eini góð hús við Gjógvará, har tær skulu njóta eitt hugnaligt vikuskifti. Sama leygarmorgun verður í tíðindunum sagt frá, at ein útróðrarbátur hevði fingið ein gummistivla hjá einum eftirlýstum sjómanni á línuna. Hetta átti ikki at ávirkað útferðina hjá kvinnunum úr Norðvík
Kennir tú tjóðfugl okkara, tjaldrið? Les um, tá ið tjøldrini koma heim aftur at reiðrast, men ikki finna gamla reiðursplássið, tí fólk hava bygt hús har. Les um tjaldurspápan, sum dámdi so væl ost, og um lítlu Pinku, sum fekk ull um beinið. Fylg tjaldrinum frá tí tað kemur, til tað fer avstað aftur.
August (Auggie) Pullman er føddur við einum andlitsfráviki, sum forðar honum í at ganga í vanligum skúla – tað vil siga til nú.Tí nú skal hann í fimta flokk á Beecher Prep; og hevur tú nakrantíð roynt at veranýggi næmingurin, so veitst tú, hvussu strævið tað kann vera.Í grundini er Auggie bara ein vanligur drongur við einum heilt serligum andliti.Men kann hann sannføra sínar nýggju floksfelagar, at hann er akkurát sum teir, uttan mun til hvussu hann sær út?
DUNGANSVÍK her spældi eg mær barnaár við stein og dungansklett og aldist upp í dýrdarvár tá sólin ei var sett og minnir koma fyri meg og kalla á sín fund tí kyknar mær í sálini eitt smíl á summarstund
Sagnasøgan var ætlað ríkisborgarum, sum vóru ókunnigir í føroyskum máli, men áhugaðir í føroyskum viðurskiftum, og hon er eitt stytt úrval av serligum søgnum, sum kann geva hugmyndir av samfelagsligum viðurskiftum og fólksligum umstøðum her norðuri í gomlum døgum.
Øystein Morten gongur somu leiðir sum Sjúrður Jorsalafari og roynir at endurskapa bardagarnar, hann var í. Ein av teimum øtiligastu bardøgunum var í einum fjalshelli á sponsku oynni Formentera, har høvundurin klívur í gjáum og gjótum fyri at skilja, hvussu Sjúrður kundi basa fíggindanum við skipum hundrað metrar oman fyri vatnskorpuna.Øystein Morten ger norsku og útlendsku keldurnar um Sjúrð livandi og setur tær inn í nýtt samanheingi.
Henda bók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum
Nes kommuna er í ár 50 ár. 50 ár er eingin aldur fyri eina kommunu, men Nes kommuna valdi at seta ein varða við hetta vegamót og geva fólkinum eitt sindur av søgu. Av sær sjálvum er partur av hesi søguni um upprunan hjá føðingardagsbarninum,kommunun men bróðurparturin av innihaldinum í teimum trimum bókabindunum snýr seg um ætt, lív og samfelag í bygdunum, ið mynda kommununa, Nes, Toftir og Saltnes.
Nes kommuna er í ár 50 ár. 50 ár er eingin aldur fyri eina kommunu, men Nes kommuna valdi at seta ein varða við hetta vegamót og geva fólkinum eitt sindur av søgu. Av sær sjálvum er partur av hesi søguni um upprunan hjá føðingardagsbarninum,kommunun men bróðurparturin av innihaldinum í teimum trimum bókabindunum snýr seg um ætt, lív og samfelag í bygdunum, ið mynda kommununa, Nes, Toftir og Saltnes.