Brúðarvísurnar, DVD
1. Várharra hann segði, 2. Kong Hans, 3. Leivur Øssursson, 4. I ærlige brudefolk, 5. Harra Pætur og Elinborg, 6. Fisken tager sin føde i vand
War order, fløga
1. War Order, 2. Sodom, 3. Destroyer, 4. End of Day, 5. Child of War, 6. Civilaztion in Peril, 7. The Road, 8. Forger of Souls
Landið sum ongin sær, fløga
1. Kvirran, 2. Landið Sum Eingin Sær, 3. Sært Tú Meg, 4. Um Eg Kundi
Atli noyðist at lesa hart
Atli heldur næstan alt vera ræðuligt. Serliga at tosa hart fyri flokkinum um royðrina. Tað skal hann næsta fríggjadag. Men meira Atli veit um royðrina, djarvari verður hann.
Æsa vil einki siga
Æsa er júst farin upp. Hon fær sær morgunmat sjálv, smyr matpakkan sjálv, vekir mammu sína við at rópa: Hallóóóóóóóóóóóóóóó! Men mamma Æsu hoyrir hana ikki. Tað er yvirhøvur eingin, sum nakrantíð hoyrir tað, sum Æsa hevur at siga. Ongantíð.
Børnini við tokstøðina
Tá ið pápi teirra hvørvur á løgnan hátt, broytist lívið hjá Bobbie, Petur og Phyllis brádliga. Tey mugu flyta heimanífrá út á bygd, men hvønn dag veittra tey til tokið, sum koyrir til London, og senda eina heilsan til pápan. Fara tey nakrantíð at síggja hann aftur?
Heini missir mótið
Heini býr á einum vøkrum, gomlum garði langt burtur frá øðrum. Heini er vanliga ein glaður drongur, sum tolir alt, men í dag hevur Heini mist mótið. Hann heldur, at alt gongur illa. Hann heldur seg vera ein øgiliga, øgiliga lítlan drong.
Teseus 4 - Tey svørtu seglini
Ægeus ristir syrgin við høvdinum.Eg fái ikki frið á mær, fyrr enn tú ert aftur her. Eg fari at sita úti á klettunum hvønn dag og bíða. Erebos fer at vera eygu míni. Hann fer at siga mær frá, tá ið skipið hjá tær kemur aftur. Brúka tey hvítu seglini, um tú ert á lívi. Sigur hann mær, at seglini eru svørt, tveiti eg meg í havið. Eg komi aftur. Lít á tað. Tú veitst, at Poseidon er við mær. Teseus mussar gamla pápa sín.
At leita eftir morðslóðum
Prógv í hundraðtali finnast á gerningsstøðum. Nøkur eru greið og sjálvsøgd so sum fótaspor í kavanum ella ein hamari, sum er nýttur at bróta ein rút. Onnur eru næstan ósjónlig fyri mannaeygum.Morð er ein ræðulig brotsgerð, og rættarlæknar eru ein týdningarmikil partur í leitanini eftir sannleikanum um tað, sum hent er.Teir skulu finna út av, hvør deyði persónurin er, sjálvt um fleiri ár eru gingin. Teir skulu neyvt kunna siga, nær persónurin er deyður.
Sælkvinden (14)
Historien om sælkvinden fortæller os om folks forestillinger nogle hundrede år tilbage i et gammelt fisker- og bondesamfund.»Sælkvinden« fører os ind i betydningsrum der vedrører begær, kærlighed, at være anderledes,at være nødt til ar skabe en ny identitet, sorg og savn, tilgivelse og straf.Herudover formidler sælkvindesagnet mange forskellige meninger og betydninger for os i dag, ligesom det nok også har gjort for mennesker i 1800-tallet, dengang sagnet blev skriftligt optegnet.
Træið
Hilbert og Bob eru vinir. Men Hilbert er ein snedigur snigil, og Bob veit ikki ordiliga, um hann skal trúgva øllum, sum Hilbert sigur...
Múrurin
Øll hesumegin múrin, har Josva býr, vita eitt: múrurin ger, at tú kennir teg tryggan. Tú mást ikki fara yvir á hina síðuna. Josva skýtur fótbóltin inn á eina byggigrund og kemur fram á ein loyniligan tunnil. Bølamyrki tunnilin fer allan vegin inn undir múrin og yvir á forboðið øki, har hann ikki eigur at fara.Tá ið Josva kemur upp í dagslýrið hinumegin múrin, broytist lív hansara fullkomuliga.Ein trettan ára gamal kann ikki bróta ein múr niður,men hann kann so nógv annað.
Pax 7, Pestan (38)
Ver ikki bangin fyri heksum. Serliga ikki henni innan í tær. Fleiri og fleiri í Marifred leggjast sjúk við løgnum sjúkueyðkennum. Er tað Pestan, sum er komin? Familjan hjá Alva og Viggo verður eisini rakt og drigin inn í eitt stríð móti klokkuni fyri at finna eina loysn. Samstundis ætlar Iris at avdúka, hvør Svartheksin er. Haraftrat luktar hon av rotnum líki...
Tá ið skrubban fekk heilaskj.
Við eitt verður skrubban syft upp úr dýpinum og endar við einum klamsi á onkrum, ið er hart sum grót. Hon heldur seg hoyra onkran rópa, men hon er púra í ørviti. Tá ein løta er farin, heldur hon seg síggja okkurt reytt, og hon kennir tað, sum fær hon ikki luft. Skrubban veit ikki, hvar hon er.
Ævisøga- Dagbók- Brøv
Ævisøgan, er søgan um ein sjálvan, sum ein annar skrivar. Eg vildi skriva um ein annan, men hann var eg.Eg helt fram við dagbókini, sum er skrivað til sín sjálvs! Hon skal ikki hava nakran lesara. Hon er privat. So skrivaði eg brævið, sum vendir sær beinleiðis til ein annan, bara ein. Eg hevði skrivað til mín sjálvs í dagbókini, og so vaks „tú“ fram. Brævið er ein tú-bók, og henda bókin er ein bøn.















