Henda bók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum.
Lærarabók til bókaheildina Rokning 6
Omman og abbin eru útlúgva av at ansa børnum. Nú skal tað verða! Tey læna summarhúsið hjá grannanum og fara at njóta nakrar friðaligar dagar í Fuglafirði. Halda tey! Tí har koma nógvir óvæntaðir gestir á gátt, serliga ein við reyðum reyki á høvdinum.
Samfelagið – eg og vit øll er býtt upp í 5 partar. Bókin fevnir um hesi evni: - Mentan og tilflyting – Kærleiki og kynslív – Mannarættindi og hugsjónir – Búskapur – meiri enn bara pengar – Føroyskur búskapur og vælferð. Hvør partur inniheldur fjølbroytt tilfar, ið leggur upp til ymiskar arbeiðshættir. Hvør partur byrjar við eini keipumynd og einum inngangi. Til allar partarnar eru arbeiðsuppgávur.
Eitt slag av málsligari rannsókn, bæði spølin og álvarsom. Trý tey fyrstu ørindini eru grundin undir øllum teimum seinnu ørindunum.Byrjanin hevur tí treytað og bundið tað, sum aftaná kemur, innihaldsliga, ikki raðfylgjuna, men endaligi fáningurin er blind tilvild. Niðurlagið endurspeglar og ekkóar, so ella so, eitt menniskjaligt andsvar til úrtøkuna úr hvørjum ørindi sær. Og endaorðini seta i yvir prikkin ella øvugt.
Tá ið læknarnir í 2015 síggja okkurt óvæntað í eini skanning av heilanum hjá 38 ára gomlu Arnvør, fara systirin Margit og mamma teirra við fyrsta flúgvaranum til Keypmannahavnar at vera hjá henni. Góða dagbók er ein hjartanemandi bók frá einari systur til aðra. Bókin er persónlig og nemur á ein jarðbundnan hátt við evni sum familja, sjúka, viðgerð, trúgv, lívsinnihald, skemt, sorg, endurvenjing og vón.
Tann fátæki og einsamalli Ólavur Kárason ljósvíkingur er vorðin vaksin og skald. Hann býr saman við unnustuni í eini træsmáttu uppi í brekkuni. Hon arbeiðir á fiskastykkinum, og hann vakir yvir sjúkum barni. Stríð er í bygdini millum felagið hjá arbeiðsfólkinum við Jens Føroyingi á odda og teir, ið ráða fyri borgum. Eisini skaldið verður drigið inn í ósemjuna, hóast Ólavur Kárason vil vera partleysur og bara vil yrkja og skriva.
Forfylging. Líðing. Flýggjan. Dagligur gerandiskostur. Um allan heim. Yrkingin hjá Nelly Sachs er enn líka áleikandi í sínum evni, líka egin í síni útsøgn. Nelly Sachs var fyrsta kvinna sum - í 1966 - fekk bókmentavirðisløn Nobels fyri bundnan skaldskap.
Við Afturgongum vísir Ibsen, hvussu læstar meiningar, sum arvaðar eru niður ígjøgnum borgaraskapin, binda niður og læsa frælsu lívsførsluna. Sonurin í húsinum, Osvald, virkar sum skaldsins rødd, sum tann, ið slóðar fyri hjá listafólkum og fyri lívsgleðini, ímóti tí "gudfrøðiliga ranninum". Bæði Osvald og mamman, Helena, gera upp við fatanirnar hjá Manders presti og sáa iva um grundarlagið, hann heur grundað sínar meiningar á.
Hetta eru samtíðarsøgur um kvinnur í ymsum aldri; frá smágentum til tilkomnar kvinnur. Flestu teirra eru onkursvegna avbyrgdar í sínari støðu í gerandisdegnum og eru nú á einum vegamóti. Spurningurin er, um kvinnurnar megna at broyta sína støðu, ella um tær mugu sættast við tað, sum er. Í fleiri av søgunum er huglagið dapurt, men kortini hómast vón og møguleikar fyri broyting - og kanska á ein øðrvísi hátt enn tað kvinnulívið, tær annars høvdu ímyndað sær.
Í sárunum, vit hvør geva øðrum, ella um tað er sama sárið, sum fyri hvørja ferð verður eitt sindur størri, djúpari, so hava vit plantað eitt barn, tvey børn, og frá hesum sárunum skulu børn okkara vaksa fram. Hetta er ein kærleikssøga. Ein móðir sigur nýfødda barni sínum frá teimum hendingum, sum hava havt hetta barnið við sær. Tað eru søgur um drúgva sjúku, einsemi og sorg. Um ræðsluna fyri at elska onkran, men kortini tora.