Skrímslið og menniskjuni
Í fyrstani sá eg bara logar, sum dansaðu runt í myrktinum.Síðani sá eg, at tað vóru menniskju, sum hildu á brennandi kyndlum. tey vóru savnað runt um bókasavnið. Menniskjuni verða bangnari og bangnari fyri skrímslunum. Jähkel-tannlæknin í býnum - er leiðari av einum bólki, sum lovar at loysa skrímslatrupuleikan einaferð med alla. Hjá Frank og skrímslavinum hansara hevur tað størri týdning enn nakrantíð at krógva seg og ikki avdúka sínar loynidómar.Men síðsta uppgerðin nærkast....
Stevnumøtið
Mai og Fríða eru bestu vinkonur. Men so hittir Fríða Jóhan, og Mai veit ikki rættiliga, hvat hon skal gera av sær. Hví dámar Fríðu ikki Palla longur, tað gjørdi hon jú fyri eini viku síðan? Torir Mai at fara á stevnumøti við Fríðu og Jóhani og vini hansara, Tóri ? Og man dreyma-sjeikur hennara vera onkustaðni ?
Svartideyði
Í oktober í 1347 herjaði ein ræðulig pest Evropa. Sjey ár seinni var helvtin av íbúgvunum í Evropa deyðir av pestini. Til samans kravdi svartideyði í øllum førum 100 milliónir mannalív. Hetta er søgan um pestina, sum broytti heimin fyri alla tíð.
Steinøldin
Nær var steinøldin ? Hvussu gjørdu fólk amboð úr steini ? Hvat ótu tey, og hvar búðu tey ? Í hesi bókini fært tú nógv at vita um steinøldina.
Jarnøldin
Nær var jarnøldin? Hvussu gjørdu fólk jarn ? Hví var jarn gott til at gera tól og vápn burturúr ? Hvussu vóru fólkini, sum livdu í jarnøldini ? í hesi bók fært tú nógv at vita um jarnøldina.
Hvussu Fílur fekk sevil
Einaferð fyri langari tíð síðan høvdu fílar stutta nøs. Hetta er søgan um, hvussu fílurin fekk langa nøs.
Stór rovdjór - Alligatorurin
Alligatorar eru stórir! Teir hava ein ógvusligan og sterkan hala og øgiligar tenn. Teir størstu alligatorarnir viga umleið líka nógv sum eitt ross. Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvussu teir liva, hvat teir eta, og hvussu teri uppala ungar sínar.
Løgmansdóttirin á Steig
Skaldsøgan Løgmansdóttirin á Steig byggir á sagnirnar Løgmansdóttirin í Vágum, Seyðamaðurin á Sondum og Trøllkonurnar við Fjallavatn umframt annað søguligt skjalatilfar. Søgan gongur fyri seg í fyrru helvt av 18. øld.
Húsfrúgvin í Húsavík
Hóast bóndagarðurin ongantíð hevði verið snotiligari, so fagnaði Arnóra ikki nýggja garðinum, sum so nógv onnur. At gera alt so stórfingið fær okkum at sýnast hástór. helt on fyri. Tað er sum at veittra við ríkidømi sínum, so øll skulu síggja. "Tað er eingin orsøk at liva sum fátækafólk, um tú hevur ráð at liva sum greivi," helt Guðrun fyri. Skaldsøga Húsfrúgin í Húsavík byggir lutvíst á hugflog og lutvíst á skjøl, eitt nú Húsavíkarbrøvini, frá 14. og 15. øld.
Loftar tú mær? (37)
Aftan á døgurða verða tey send út í garðin: lítlibeiggi, systir og stóribeiggi. lítlibeiggi uppi í trænum, systirin við drekanum og stóribeiggin við brunnin. Trý børn, sum á hvør sín hátt syrgja langommuna, sum ikki er til longur. Burtur er tað heita klemmið, tann glaða røddin og tað tryggasta brosið. Men tey hava hvørt annað....
Gloymdur (26)
Ein maður liggur til at doyggja á landssjúkrahúsinum, tí eitt mistak er hent. Men hví er tað komið so langt? Og hvør hevur ábyrgdina? Samstundis er politisk kapprenning um, hvussu Føroya Sjúkrahúsverk skal skipast í hæddini. Deyðasjúki maðurin og sjúkrahúsverkið eru høvuðspersónarnir í skaldsøguni, Gloymdur, sum byggir á veruligar hendingar.
Teir tóku kjansin 3, MP3
Hetta bindið er um virksemið hjá kenda vinnulívsmanninum og íverksetaranum, Erlingi Laksáfoss, sum var reiðari í kenda reiðaríinum P/F Stella í Klaksvík.Longu sum heilt ungur gjørdi Erling um seg í vinnulívinum. Við sínum sermerkta máta at føra seg fram og við áræði sum fáur setti Erling mangan politisku skipanini grá hár í høvdið - ikki minst løgtingslimunum úr Norðoyggjum.Hann góðtók ikki forboð móti sølu uttanlands og vildi ikki lara seg binda av Føroya Fiskasølu.
Teir tóku kjansin 2, MP3
Tað var ein hvøkkur fyri allar Føroyar, tá tað í 1972 frættist í Útvarpi Føroya, at trolarin Sundaberg hjá Kjøølbro var sokkin í Ný Foundlandi. Við vóru 38 mans. Tíbetur blivu allir bjargaðir, og ongin fekk fysiskt mein av hendingini. ì bókini verður fylgt við skipinum frá tí, at tað verður bygt á skipasmiðjun í Týsklandi í 1952, til tað søkkur í 1972. Talan er um trolaran Nordhav 5,Jóannes Fonsdal og Sundaberg, sum er sama skip.
Teir tóku kjansin 1, MP3
Á sumri 1963 skuldi vestmannatrolarin Gullberg seljast á tvingsilssølu. Útlitini fyri einum líkinda prísi vóru ikki góð.Stutt undan tvingsilssøluni ringdi ein sakførari til onkran av manningini og segði, at skuldu teir gera sær vónir um at fáa hýrurnar,sum teir áttu hjá reiðarínum, so máttu teir møta í fútarættinum og bjóða upp á skipið. Nakrir teirra tóku kjansin og keyptu Gullberg fyri hýruáognina. Í 1966 beyðst høvi at skifta skipið út. Eigararnir tóku kjansin og keyptu Kap Farvel.















