Hjartastormur - Stormhjarta
Uppliva dreingir og gentur forelskilsi upp á sama máta? Sama søga verður søgd bæði úr sjónarhorninum hjá ávikavist Stormi og Viólu. Søgan nertir við alt millum himmal og jørð, sum hevur við tannáringalívið at gera. Bókin er vakurt myndprýdd í teknirøðsstíli.
Símun Sámal
Eg eiti Símun Sámal og eg eri 4 ár. Vit búgva á Hvítanesi. Eg fór tíðliga heimanífrá í morgun, tí eg eri í barangarði, meðan mamma og pápi eru til arbeiðis. Eg eigi enne eingin systkin, men eg havi nógvar góðar vinmenn - ein teirra eitur Heini. Einaferð fór mamma mín á skeið, og tit kunnu ikki gita, hvat eg fekk frá henni, tá ið hon kom aftur. Mamma og pápi fingu eisini eina gávu frá mær. men nú mugu tit skunda tykkum at lesa bókina, áðrenn eg sigi tykkum alt. heilsan Símun Sámal
Rokning 5b, Lærarabók
Lærarabók til bókaheildina Rokning 5.
Handbók fyri superhetjur 2.part - Reyði skorturin
Ein nýggj superhetja er í býnum. Øll børnini í skúlagarðinum tosa um framúrskarandi Reyða skortin, ið dugir at flúgva og berjast ímóti bølmennum. Tey hava onga hóming av, at hetta í veruleikanum er teirra egni, happaði floksfelagi, Lisa. Eftir at handbók fyri superhetjur" á bókasavninum, er Lisa farin í holt við at venja at venja 101 kynstur - men nú stendur hon fyri størstu avbjóðing higartil. Ferðmikið, spennandi og vakurt um eina lítla gentu, sum tekur málið í egnar hendur.
Handbók fyri superhetjur 1.part - Handbókin
Lisa trívist ikki í nýggja skúlanum. Nakrir dreingir happa hana, og hvønn dag flýggjar hon undan teimum og krógvar seg á bókasavninum. Ein dagin kemur hon fram á eina bók, ið er um, hvussu tú kanst gerast superhetja við teimum 101 kynstrunum, sum eru lýst í bókini. Kann hetta veruliga lata seg gera? Ferðmikið, spennandi og vakurt um eina lítla gentu, sum tekur málið í egnar hendur.
Gösta Berlings søga og ævintýr
Gösta Berling heldur endiliga eina prædiku ódrukkin, men verður tó settur frá embætinum fyri leyslátaða lív sítt. Fallin í fátt og ráðaleysur ger hann av at drekka seg í hel, men majorfrúgvin finnur hann deyðkomnan í einari kavafonn … Hann verður ein av teimum, sum majorfrúgvin hevur búgvandi hjá sær á garðinum. Teirra einasta skylda er at skapa gleði uttan um seg. Og tað duga teir av sonnum.
Takrennutónar, yrkingar
Sama hugfangandi lag, skemt og raffineraðar snaringar í hvørji einastu yrking. Tú mást ikki vera latur, tá ið tú lesur Tórodd, men tú mást spenna tulkingarevnini út á mørk. Tú mást ikki vera líkasælur, tí tá seyrar einki inn. Hav hug og sansir opin, so verður hetta ein framúr lesiuppliving.
Plastruskið í sjónum (19)
Plastruskið í sjónum lýsir, hvussu havið, kovin hjá sjófugli, er um at gerast eitt ruskpláss. Tá iå granskarar kanna deyðar havhestar, sum verða skolaðir uppá land, finna teir plast í maganum á teimum. Soleiðis boðar fuglurin frá, at alt ov nógv plastrusk er í sjónum. Tíbetur kunnu vit saman og hvør sær hjálpa havhestinum og hinum sjófuglunum, og runt um í verðini hava nógv fólk longu funnið upp á smartar uppfinningar og loysnir fyri at fáa ruskið burtur.
Stjórnarskipan athenaranna
Í fornøld var Grikkalandi býtt sundur í býarstatir, sum hvør hevði sína stjórnarskipan. Stjórnarskipan Athenaranna er ein av teimum 157 lýsingunum av hesum stjórnarskipanum,sum Aristoteles og næmingar hansara á skúlanum, Lyceum,savnaðu saman og góvu .Tær fóru allar fyri skeytið, men tann hjá Athen, sum fyri okkum er tann týdningarmesta, varð funnin aftur á nøkrum papýrusrullum, sum British Museum í London hevði fingið fatur á úr Egyptalandi.
Marin fær ein lítlabeiggja (36)
Marin hevur verið ógvuliga spent at fáa ein lítlabeiggja, men tá ið lítlibeiggin er komin, er tað kortini ikki so stuttligt. Hann grætur nógv og illa, og foreldrini eru móð og orka einki, og pápin kallar hana ikki longur fyri sína loppu. Hon hevði heldur viljað havt ein stórabeiggja, sum Amalia eigur, ella eina stórasystur sum Randi. Men er tað nú so galið kortini at eiga ein lítlabeiggja?
DNA (14)
Dóttirin vekir hana: ”Onkur er í húsunum.” Elísa setst upp undir seg. Hjartað dukar í bringuni … Tað er ísakalt í Íslandi. Tað er ikki bara veðrið, tí ein kavráur mordari gongur leysur í myrkrinum.Hevur tú dirvi, og ert tú drigin at grimd og ísakøldu óndskapi, so er hetta ein bók fyri teg.
Fjøtrað á flogi - 1. Bind (10)
Orðið at týða er skilt við orðið tjóð. Við týðingum bregda vit hugsanir og orðingar hjá øðrum inn í okkara mál – gera hesar tankar livandi á okkara máli. At gera tað er ein ógviliga týðandi táttur í allari tjóðarbygging. Árliga verða milliardir brúkar at týða góðar hugsanir, góðar tekstir millum mál. Tann heilt einfalda orsøkin er, at fólk flest skilja betur móðurmálið enn onnur mál.
Pssst! (46)
Hví eri eg akkurát tann, sum eg eri? Hví bleiv eg ikki ein onnur? Hvat var eg, áðrenn eg bleiv fødd, og hvat verði eg, tá eg doyggi? Hevði eg eisini verið eg, um eg varð fødd onkra aðrastaðni? HVØR ERI EG Í GRUNDINI? Pssst! varpar ljós á smáar og stórar spurningar í lívinum hjá 12 ára gomlu Viólu. Í tí einastandandi samanspælinum millum myndir og tekst fáa vit innlit í tankar hennara um lívið, deyðan, vinir, familju, einsemi, útsjónd og popularitet.















