Tú kanst føla teg eitt sindur einsamalla, um besta vinkona tín ger ein kærleiksklubba saman við tí kulu, nýggju gentuni í flokkinum. Tí tú sleppur bara at vera í honum, um tú hevur verið forelskað, og tað hevur Mira ongantíð verið, sjálvt um hon veruliga hevur roynt. Men hvat nú, um hon hugsar ordiliga nógv um hon dreingin í flokkinum? Altso, bara ein hálvan tíma um dagin. Verður hon so forelskað? Hvussu ringt kann tað vera?!
Hvat er eitt gosfjall? Smeltað grót trýstir seg upp ígjøgnum tunnu jarðarskorpuna og verður til lava. Tað flýtur sum siroppur, og so hvørt sum tað kólnar, mennist eitt fjall til eitt gosfjall. Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvussu eitt gosfjall verður til umframt kendar hendingar í søguni, har gosfjøll hava lagt bygdir og annað í oyði.
Brá elskar ross. Pápi hennara eigur eitt ross. Tað eitur Rósa. Brá hevur skjótt føðingardag. Hon ynskir sær eitt ross. Einki annað.
Fólk, sum sita í fongsli ella sum fangar í legum ella aðrastaðni, hava altíð roynt at rýmt. Tað kunnu vera fólk, sum hava framt brotsgerðir og sita í fongsli, sum verða hildin at vera ógjørlig at rýma frá, fangar, sum eru tiknir í kríggi av fíggindanum ella politiskir fangar, sum eru settir í fongsul av tí, teir trúgva uppá.
Í 2020 kom koronavirusið til Føroya. Skúlarnir lótu aftur, og børn vórðu send heim. Men hvat er eitt virus í grundini? Hví gerast vit sjúk av virusi? Og hvussu kunnu vit verja okkum ímóti virusi? Tað kanst tú lesa meiri um í hesi bókini.
Fuglar duga at flúgva, at láta og at finna mat. Teir duga eisini at hugsa. Nakrir fuglar eru líka klókir sum sjimpansur. Teir fáa nýggj hugskot og loysa truplar uppgávur.
Vága kirkjubók 1797-1892 er eitt nágreiniligt avrit við nútíðarskrift av teimum kirkjubókum, sum prestarnir í Jansagerðibí Miðvági hava skrivað um vága- og mykinesmenn í hesum tíðarskeiði. Her kann síggjast hvørji børn vórðu doypt, foreldur og faddrar teirra, nær tey vórðu fermd, nær tey giftust og nær tey doyðu. Viðhvørt stendur nær tey eru flutt úr prestagjaldinum.
Í ritinum eru ellivu vísindaligar greinar, fimm um málfrøði, tvær um samfelagsfrøði og fýra um náttúruvísindi, ein stutt fráboðan og yvirlit yvir nýggjar ph.d.-arar í 2018 og 2019. Millum greinarnar er lýsing av fuglasnaruni og hvussu hon hevur verið brúkt í Føroyum, sum Jens-Kjeld Jensen hevur skrivað. Grein hjá Beintu í Jákupsstovu er um ymiskan hugburð til, hvat endamálið er við kommunum.
Oprindelig udgivet i 2003, første bind i Færø Blues Trilogien, nu som selvstændig roman, udgivet på Hovedland.Når engle spiller Mozart er en roman om en kvindes søgen efter mening i en moderne verden. Om valg og fravalg, kærlighed, musik og politik. Det er også en fortælling om det nordiske - og om forholdet mellem Færøerne og Danmark.
Seks kvæði, yrkt eftir Føroyingasøgu: Brestis kvæði - Sigmundur og Tórir - Bjarnabani - Sigmunds kvæði yngra - Deyðastund Sigmundar - Leivs kvæði
óhanna er øðrvísi enn hini í familjuni. Hini eru kløn, meðan Jóhanna er stór. Hvat hendi við henni? Jóhanna vil vera ósjónlig, men øll síggja hana. Serliga plágurnar í skúlanum. So skjóta foreldrini upp, hvussu hon kann loysa trupulleikan. Hon kann fáa 100 krónur fyri hvørt kilo, hon lætnar. Jóhanna góðtekur avtaluna, og so við og við lætnar hon meir og meir. Men verður hon glaðari? Og loysir tað í grundini trupulleikarnar, hon hevur?
Sára orkar ikki at vera fitt við Steinar. Hann er alt ov lítil og so ræðuliga troyttandi og forkelaður. Men eftir at mamma hansara doyði, flutti hann inn hjá Sáru og teimum. Knappliga fær Sára at vita, at hon hevur fingið ein beiggja. Hann er har alla tíðina og oyðileggur alt, sum fyrr hevur verið gott. Sára orkar hetta ikki. Familjan kann ikki hava tað soleiðis. Tað er tá, at hon fær eitt genialt hugskot, sum kanska fer at broyta alt.
Elsubeth M. Fossádal er, umframt at vera rithøvunduri, eisini lækni. Aftaná hvørja søgu er ein faktasíða, har ein lækni greiðir barninum frá tí, sum hendir í søguni: hvat tað er at fara til barnakanning, um ovurviðkvæmi, og hvat vit skulu gera, um um vit brenna okkum.