Bók, sum er stuttlig og løtt at lesa
Milo kongi leingist eftir ævintýrum. Og gamla vinkona hansara, Luna, hevur tørv á hjálp. Ein óndur anda-átari hóttir býin, sum hon býr í. Milo fer beinavegin avstað. men í øllum ruðuleikanum ger hann eitt ræðuligt mistak. Í anda - átara fer Milo kongur í Birkilandi út á eitt ævintýr.
Kom við Magnusi og Sagu á nýggjar ævintýraferðir! Í einum elligomlum mynti, sum Magnus hevur fingið frá pápa sínum, býr spøkilsið Ginli. magnus og Saga mugu hjálpa honum leysum og samstundis ansa sær fyri dukidreygunum, sum krógva seg í Valladali. Tey mugu ikki spilla tíðina....
Hvør hárlitur er vanligast? Hvar veksur hár, og hvar veksurtað ikki? Kann hár lyfta ein fíl? Í Hárut fakta eru bæði vanlig og eitt sindur løgin fakta um hár.
Venja býr á einum stórum slotti saman við pápa sínum. Einasti vinur hennara er Inga, barnagentan. Men Inga er horvin. Ein dagin sníkti hon seg inn í skógin, og síðani hevur eingin sæð hana. Venja hevur sett sær fyri at finna Ingu. Líkamikið hvat. Men hon megnar tað ikki einsamøll...
Útróðrarmenninir í Saltvík halda, at lítli Krako er vabdamikil, og teir vilja sleppa av við hann. Men Ofelia trýr ikki upp á, at tað er lítli Krako, sum oyðileggur bátarnar í havnini. Okkurt annað má vera í sjónum, eitt stórt skrímsl. Ofelia fer undir kav og har sær hon dungar av burturkasti og olju! Fær Ofelia sannført fólk í Saltvík um, at skrímslini ikki eru vandamikil, men svong?
Kom í jólahýr við klassisku søgunum hjá Astrid Lindgren! Les um bommstavar, jólagávur og jólamat - eingin dugir so væl at lýsa jólini sum Astrid Lindgren. Sjey fittar søgur til alla familjuna at lesa saman - jól eftir jól.