Eg havi sett kavarósurnar í gluggan. Og tendrað kalendaraljósið. Tað er rørt í gamla pottinum. Og kryddað er við nýggjum tilfari. Hetta er mín heimagjørda uppskrift. Jólagløgg. Sangir, ið hava yvirlivað frost og myrkur. Einsamøll løg, sum góðir einglar hava sitið uppiyvir. hetta eru míni dansandi vetrarbørn.
Songbók Føroya fólks kom út fyrstu ferð í 1913 og hetta er ellivta útgáva. Støðið er úrvalið, sum Thorben Johannesen gjørdi til níggjundu útgávu í 1997. Sangirnir eru nú 547, í fyrstu útgávuni vóru teir 221. Tey, sum ritstjórnaðu tíggjundu útgávuni vóru Malan Marnersdóttir, Turið Sigurðardóttir og Eivind Weyhe. Í hesi ellivtu útgáva eru prentvillur og upplýsingar rættaðar. Løgini til sangirnar í hesu útgávu standa í lagabókini hjá Zachariasi Sørensen Løg til Songbók Føroya fólks.
Tólv árstíðarsálmar eru tólv inniligir sálmar, ein til hvønn mánað í árinum, sum kenda danska sálmaskaldið Lisbeth Smedegaard Andersen hevur yrkt. Sálmarnir komu út á donskum í 2008, men eru nú tøkir í nýggjari føroyskari útgávu. Nicolina Dahl týddi sálm¬arnar til føroyskt, Páll Sólstein hevur gjørt løg til sálmarnar, og Edward Fuglø hevur myndprýtt við tólv glasmálningum.