Handskrift – hvussu og hví? er framhald av røðini Betri handskrift. Heftið er sjálvsnám og er ætlað næmingum í fólkaskúlanum, miðnámsskúlanum, til læraralesandi og lærarar sum heild. Heftið er eisini ætlað øllum teimum, sum vilja bøta um sína handskrift ella venja og mýkja…
Jing-mei veksur upp í tveimum mentanum, amerikanskari og kinesiskari. Bókin er forkunnug lýsing av sambandi millum móður og dóttur, hvussu tað er at liva fjart frá sínum upphavligu rótum, og hvussu tað kenst at fáa nýggjar røtur at festa seg.
Bókarverkið Havið eftir Boga Hansen, havfrøðing, snýr seg um heimshøvini, men fyrst og fremst um tær føroysku havleiðirnar og nemur við samanhang millum hav, lív og dálking.
Vit hitta Evu og Svein Ára, og spenningurin kemur veruliga í hæddina, tá høvundurin lýsir ta gomlu og heldur løgnu konuna Lenu.
Í høvuðsheitum kvæði úr 6. og seinasta bindi av Føroya kvæðum, við blandaðum innihaldi. Kvæði, ið einans eru varðveitt í Føroyum.
Fiskimálastýrið hevur nú givið út álitið, sum ein nevnd gjørdi um trygd á sjónum. Álitið er skrivað í sambandi við, at landsstýrið hevur sett sær sum mál í hesum valskeiðnum at yvirtaka Skipaeftirlitið.
Søgan er í stuttum henda. 7 ára gamla Oda fer við farbróðrinum í stóra listaskálan, har hann arbeiðir. Hon skal bara tiga og ikki siga eitt kis, meðan farbróður skal greiða frá myndlist. Hetta er einki stuttligt, og so vil Oda brádliga so illa pissa. Hon fer nú at finna sær eitt vesi sjálv, men áðrenn hon veit av, kemur hon sær inn í ein annan heim, listaheim.
Henda bókin er ein av fýra í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum
Høvundarnir hava endurskoðað, økt og dagført bókina, og miðað hevur verið eftir at gera uppgávubókina fjøltáttaða, eins og roynt verður at fylgja við fakliga rákinum innan frálæruna í virkisbúskapi.
Bókin er ætlað til lærugreinina virkisbúskapur á C-stigi í handilsskúlanum, men kann eisini verða brúkt á skeiðum og í sjálvlestri av teimum, sum ongan kunnleika hava frammanundan um virkisbúskap og roknskap.
Bæði tittul og perma leggja upp til fleiri tulkingar, tí ein rás, ein leið í tilveruni, kann, stavað aftanífrá, gerast eitt sár.
Um 14 ára gomlu Annu, sum gongur í 8. flokki í einum skúla í Havn. Hon er ikki væl nøgd við lívið. Men so hittir hon Heindrik. Anna broytist, og lívið verður so nógv lættari. Onkuntíð heldur hon, at Heindrikur er ikki rættsiktaður, men tað hevur minni at týða. Hon er so forelskað í honum, at hon fer eisini at dáma seg sjálva.
Verkið er ein myndlistalig eind, sett saman av fjúrtan stakmyndum, ið eru grafisk málmprent. Gloppini ímillum tey fýra prentini í tí trískiftu myndini umboða teir trýggjar krossarnar á Golgata.
Lær teg enskt er ætlað undirvísingini í framhaldsdeild fólkaskúlans, miðnámskúlum og hægri skúlum, men hon er eisini væl hóskandi til sjálvlestur hjá teimum, sum vilja læra seg enskt.