17 konur siga frá lívi sínum og tí dramatiska gerandisdegnum undir øðrum heimsbardaga.
Í tíð fevna tær níggju søgurnar í Pílagrímum um 150 ár, men lagnir og pílagrímsferðir hava lyndi til at endurtaka seg.
Arbeiðsheftið er tætt knýtt at lesibókini og er gjørt soleiðis, at næmingarnir í mest møguligan mun eru førir fyri at loysa uppgávurnar sjálvir.
Mathias hevur Símun, sum hjálpir honum at klára seg ígjøgnum ta hørðu tilveruna hjá hansakeypmonnunum í Bergen. Tá er ringt at skilja, at besti vinurin knappliga gerst góður við ein annan, og burtur úr hesum stendst eisini ein sorgarleikur.
Edvard í Svínoy (1903-1985) sigur frá lívi sínum og lýsir gerandisdagin hjá føroyska sjómanninum frá deyðsiglaratíðini fram til okkara dagar.
Tólv ára gamli Will hevur dripið ein mann. Púra einsamallur í verðini ætlar hann at finna sannleikan um, hví pápin hvarv. Hann fer ígjøgnum eitt vindeyga og kemur í ein annan heim. Her hittir hann Lyru, og saman fara tey upp í tornið Torre degli Angeli, har ein gripur liggur fjaldur, sum fólk vilja drepa fyri at fáa hendur á. Hesin lutur, skal vísa seg at fáa avgerandi týdning fyri lagnuna hjá øllum mannabørnum.
Rithøvundurin hevði upprunaliga ætlað at skriva eina filmsøgu til sjónvarpsframleiðslu. Men av tí at hann ikki væntaði, at filmurin fór at verða framleiddur í bræði, valdi høvundurin at skriva handritið umaftur, nú sum eina skaldsøgu.
Mósebók - Josvabók - Dómarabókin - Rutarbók
Í søguni verður varpað ljós á eitt tíðarskeið við fátækradømi, armóð og hungursneyð, men eisini hvussu gudsótti, hjálpsemi, gávumildni og næstrakærleiki, vunnu á øvund og óndsinni, harumframt eru romantikkur og kærleiki eru við til at gera søguna sera spennandi.
Ein skróvandi, rusput, mjúk og glitrandi upplivingarbók til tey smáu. Hjálp Malju at kína ullintum seyði, silkimjúkum pingvinum og at sprutta í hyljum.
Kærleikin er sum ikki einaferð kjarnin. Tað eru tær duldarfullu leiðirnar hjá ástarhuganum, hvussu hann festir seg á fólk, sum eingin hevði gitt, at hvørki maður ella kvinna høvdu fullið fyri.
Søga fyri børn. Familjan Tonerre er flýggjað niðan í Hálendið, men tann hevndarhugaði Drakan og drekaherur hansara fáa alsamt meira vald, og Skammarin og børn hennara finna ongan tryggleika nakrastaðnina.