Umframt lív og deyða, sum verða lýst speiskliga hvørt um annað, so er ein høvuðstráður í yrkingasavninum tann nýggi skapningurin.
Yrkingasavn fyri børn og barnsligar sálir. 35 stuttligar yrkingar og vakrar myndprýðingar.
Samrøður við kvinnur í aldursbólkinum 23-70 ár. Bókin er skrivað sum eitt íkast at lýsa viðurskiftini hjá nøkrum kvinnum í okkara tíð.
Skaldsøgan sigur søguna hjá einum húsum í Havn. Frá tí tey verða bygd í 1890’unum og fram til miðskeiðis í 1950’unum, tá ið frásøgufólkið skal flyta úr teimum.
Egnu yrkingar høvundans eru pointeraðar lívsroyndir blandaðar upp við speisom prik til bæði Tórodd Poulsen og háfjallsólmentanina.
Rakul ; Eyðun ; Minnisvarðin
Alisfrøði og evnafrøði 3 er ætlað 9. flokki. Á lærarabókini eru nøkur orð um hvønn kapittulin í grundbókini.
Alisfrøði og evnafrøði 3 er ætlað 9. flokki. Á arbeiðsbókini eru 56 venjingar við ymsum næmingaroyndum, sum skulu lætta um innlæringina.
Alisfrøði og evnafrøði 3 er ætlað 9. flokki. Á grundbókini er dentur lagdur á stuttar og greiðar tekstir. Høvuðsevnini eru sveiggj, aldur og elektroniskar hentleikar, evnafrøðilig framleiðsla og dálking, elveiting í samfelagnum og atom og geisling.
Steinsundsfjørðurin liggur blankur og bláur - og fullur av eitri.Teir báðir Virgar og Vitri eru á Suðurlandinum og ferðast. Har liggur Steinsundsfjørðurin so blankur og bláur, men í veruleikanum er hann fullur í eitri. Hvør, ið er umhvørvissyndarin, er uppgávan hjá Vitra og Virgari at loysa, og sum vanligt fara hesir báðir ógvuliga ólíku detektivar, sum tó arbeiða væl saman, til verka og koma sær uppí bæði líkt og ólíkt.
Katekismus er um teir grundleggjandi kristnu trúarspurningarnar og teir spurningar, sum okkara nútíð reisir um teir.
Stødd 60 x 42 cm. 8. juni í 2004 kl. 06:00 - 12:20 stóð Venus fyri Sólini. Hetta fyribrigdið var seinast at síggja í 1882
Veggjastødd 160 x 120 cm. Lutfall 1:2 mió. Kortið er umhvørviskort. Harumframt er havbotnsrelieff við. Føroyska sjómarkið við føroysku fiskigrunnunum er við, umframt grunnar aðrastaðni.
Heftið er partur av røðini virkisbúskapi, sum er ætlað undirvísing í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum, men eisini til sjálvlestur hjá teimum, ið hava áhuga fyri virkisbúskapi.