Bókin er fyrst og fremst ætlað at stuðla næmingunum í føroyskari rættskriving, serliga í 8. og 9. flokki.
Eitt vikuskifti í lívinum hjá Niklasi, ið gongur í framhaldsdeildini í einum skúla í Havn.
Frálæra í føroyskum.
Hent handbók, tá farið verður út at kanna fjøruna. Bókin er ætlað fólkaskúlanum, men kann nýtast av øllum, ið hava áhuga fyri lívinum í fjøruni.Síðurnar eru plastviðgjørdar, so tær tola meir enn vanligt pappír, og støddin ger, at hon er løtt at hava hjá sær.Góðar litmyndir og upplýsandi tekstir lýsa fjølbroytta lívið í fjøruni.Aftast í bókini eru litmyndir og tekningar av plantum, tara, fiski, krabbadýrum, skeljadýrum og øðrum botndýrum.
Krokodillur busta ikki tenn er litrík og stuttlig myndabók um munin á at vera dýr og barn. Tá ið barnið ikki tímur at greiða sær, kann vera stuttligt at vita, at hóast leyvur hava nógv hár, so greiða tær sær heldur ikki.
Bókin er savn við 20 tekstum frá føroyingum, ið skriva um, hvussu tað er at liva við krabbameini.Felagsnevnarin er ikki bara krabbameinið, men eisini lívsgleði, lívsvilji og lívsjáttan.
Høvundurin ferðast heimkunnigur ímillum øll hugsandi sløg av lyrikki og evnar skaldskap til, sum er ímillum tað dyggasta í okkara landi.
Ein av okkara virknastu viðmerkjarum og ummælarum roynir seg nú sum yrkjara. Av temum kunnu nevnast stórbýurin, útlegdin, hin ferðandi og fremmandagerðin av tí einstaka.
Í bókini eru uml. 200 matuppskriftir.
Ein 7 ára gamal smádrongur, sum av tilvild er til staðar á einum heksaaðalfundi, verður umskapaður til eina mús. Men klóka omma hansara hjálpir honum at fáa í lag eina hevndarætlan, sum skal forkoma øllum heksum í heiminum.
Søgulig skaldsøga. Sebastians hús fevnir frá 1890'unum til 1950'ini og sigur frá lívi og lagnu hjá teimum, sum eru knýtt at húsunum á Skálatrøð.
Ein fremmandur vil hava samband við Dinu, ið fær mammu Dinu at flýggja yvir háls og herðar við allari familjuni, og Dina skilir ikki, hví so er. Ber til at fjala seg fyri einum Svartmeistara? Gáva ormsins er triðja í røðini av Skammarabókum.
Um ein grís, sum endar á garðinum hjá Hoggett og verður seyðagrísur. Babe kemur á garðin hjá Hogget hjúnunum, og ætlanin er sjálvandi, at hann skal enda í einari frystiboks og síðani á døgurðaborðinum, men søgan tekur aðra vend, tá ið tíkin Fly verður var við evnini hjá Babe at reka seyð.