Diddan er kedd og vil einki. Ikki hava suttuna, ikki hava bamsuna, ikki eta, og nógv annað er, sum hon als ikki vil. Men hon vil upp! Og so verður hon glað aftur, tá ið hon fær eitt klemm.
Uttaná líkist hetta einari bók, hildin saman við reyðari silkisloyfu, og við jólaevangeliinum aftanfyri. Men letur tú hana upp, so kemur fram ein trý dimensional mynd av fjósinum við krubbini og øllum tí, ið hendi har jólanátt fyri mongum árum síðan. Har eru seyðamenninir við dýrum sínum, teir vísu menninir, Jósef og Maria við Jesusbarninum í fanginum, og uppi yvir øllum lýsir jólastjørnan.
Ein bók um Varg Veum, ein bergensk útgáva av tí harðkókaða privatdetektivinum: fátækur, vónbrotin, men við einum hjarta av gulli – og einari fløsku av akvavitti at verja seg ímóti einseminum við.
Hervør og Høgni finna upp á ráð, tá tey skulu geva mammu og pápa jólagávur. Tá er gott at eiga eina ommu í nánd, og tað er ikki altíð neyðugt at fara til handils at finna røttu jólagávurnar.
Søgan er ein fitt lýsing av várinum, har børnini eru úti í urtagarðinum og eygleiða mongu fuglarnar, ið reiðrast har.
Hetta er ískoytislesibók til byrjanarlesing.
Bókin er savn av søgum og hugleiðingum.
Abbi og apan er ein skemtilig søga um ein abba, ið siglir úti og hevur eina apu við heim úr Afrika til Hervør og Høgna. Apan er ein ordiligur apukattur, so nú hendir mangt og hvat.
Savn við fimtan spøkilsissøgum á øllum átta málunum í Norðurlondum. Søgurnar, ið umboða Føroyar eru: Ver ikki bangin eftir Sámal Kristian Jacobsen og Óvitar eftir Sólrún Michelsen. Allar søgurnar eru prýddar við tekningum, ið listafólk úr øllum Norðurlondum hava gjørt.
Um forlagið Bókadeild Føroya Lærarafelags. Greitt verður frá teimum 50 árunum, sum eru liðin, síðani Bókadeildin varð stovnað. Um barnabókmentir, bókaútgávu, bókaklubba, Mína jólabók og barnablaðið Strok.
Skaldskapur á føroyskum. Yrkingar og stuttsøgur - umsettar og á upprunamáli.
Heystsuita er ein bók við fotomyndum um slakt í Føroyum, frá rakstri til rullupylsu.
Kristoffur finnur hundin hjá grannanum dripnan, og ger av at fara undir at skriva eina søgu um morðgátuna. Men tá kemur hann eisini at avdúka loyndarmál, sum ger, at grundarlagið, sum hann byggir sína tilveru á, fer at ridla undir honum.
Um smágentuna Guðruna, sum er forvitin og droymandi.