Tá ið vit skulu læra at binda, er fyrsta stigið at kasta uppá og at binda rætt og rangt. Hetta lærir tú við myndum, tekningum, stuttum og greiðum teksti og videobrotum við bókini Binda. Fyrsti parturin snýr seg um at læra at kasta uppá og at binda. Í øðrum parti eru lættar uppskriftir, og í triðja parti eru hugskot. Aftast er kunning um handverkið og um okkara bindisøgu. Aftasti parturin kann verða tikin við í løtupráti, meðan næmingarnir sita við stokkunum.
Í 1952 verður eitt lítið grønt skrín funnið í eini brunatoft úti í Tinganesi, og tað fær óhugnaligar og óskiljandi avleiðingar. Í 2022 verður ein politikari dripin og stutt seinni endurtaka hendingarnar frá 1952 seg á Argjum. Halgigripaskrínið er ein William Hammer horror krimi, har eisini Hannis Martinsson nú og tá vitjar inn á pall.
Anja flytur aftur til Føroya við soni sínum, og tey royna at fóta sær á bústaðarmarknaðinum í høvuðstaðnum. Seinni vísir tað seg, at vandar liggja og lúra. Teir hótta tann nýggja kærleikan í hesi søguni um broytingar, strembanir og brotsgerðir.
Hetta triðja bindið fevnir um barnasangirnar og barnarímurnar, hann hevur yrkt, líka síðan hann gekk á læraraskúla. Hann er lærarin, sum dugir at tosa við øll– stór sum smá–hevur ans fyri tí stóra í tí smáa og dugir at lýsa evni úr bæði “skeivum” og barnsligum vinklum. Alexandur sýnir somu evni,sum Hans Andrias hevði, at tosa við øll og kemur við sínum tríbindaverki upp á hansara rók.
Andaktsbókin Kraft av nýggjum hevur verið sera nógv brúkt her á landi og verið mongum til gleði og signingar. Bókin er ætla teimum ungu, menr er gagnlig hjá øllum at lesa. Her eru áhugaverdar søgur, og nógv viðkomandi evni verða viðgjørd, sum hava við trúgv og lív at gera.
Kvøldsangir við nótum og besiffringum Í 1998 gav forlagið hjá Eli barnabókina "Sov blítt og søtt" út, har hann hevði savnað kvøldsangir saman á bæði føroyskum og øðrum tungumálum. Myndirnar eru í høvuðsheitum tekningar, sum Eli hevur skitsað av m.a. børnunum og konuni.
Pakki við 22 ymiskum postkortum. Myndevni er úr bókini FUGLAR OKKARA eftir Silas Olufson og Jórun Pólsdóttir.
Urtagarðsbókin er ein bók um føroyskar urtagarðar. Høvundarnir, sum eru serkøn á urtagarðarðs - og plantuøkinum, vitja urtagarðar og urtagarðseigararnir hava við urtgarðsarbeiðnum. Hvussu byrjaðu tey? Høvðu tey fakfólk? Hvat hevur riggað, og hvat hevur ikki riggað, tí nakrar plantur kunnu rigga í einum urtagarði, men ikki í einum øðrum. Tað veldst um støður sum hita og kulda, hvar urtagarðurin liggur - høgt ella lágt, slætt ella bratt?
Vágbingur, sum var á rækjuveiðu norðanfyri Svalbard, har ísurin kleimdi skipið, so tað sakk, manningin mátti bjarga sær á ísinum, meðan ísbjarnirnar nærkaðust. Maður, sum náðileyst bleiv dripin á Jamaica, meðan hann arbeiddi hjá Højgaard og Shultz. Ungur politikari, sum hóast sín unga aldur hevur upplivað hópin av skakandi tilburðum, alt frá av óvart at hava drukkið rustloysara til at koma í havsneyð við stuttleikabáti ímillum Noreg og Hetland. Hópur av myndum og tekningar frá hendingunum.
Steintór Rasmussen er lærari, høvundur og tónasmiður. Hann hevur frá ungum árum yrkt og skrivað løg. Í hesi nótabók eru 100 heimagjørdir sangir saman við teksti, tekningum og tíðarmyndum.
Í skaldsøguni Rangstøðu eftir Danial Viðoy hoyra vit meira um Bartal, sum vit komu at kenna í Tvístøðu. Tilverugrundarlagið er broytt. Bartal er fluttur til Keypmannahavnar og roynir at finna seg til rættis í stórbýnum, har møguleikarnir eru nógvir og freistingarnar stórar. Men júst sum gerandisdagurin er byrjaður, verður Bartal knýttur í eitt stríð, hann heldur vildi verið fyriuttan. Óveruleikakendar avdúkingar broyta tilverugrundarlagið, og lívið bankar aftur uppá.
Høgni Debes Joensen fortelur, í hesi hjartanemandi autofiktivi skaldsøguni, um fyrstu flatlandsferð Terja, og um forelskilsi í gentuni Kirstin, ið á vanlukkuligan hátt druknar.
Fjórða og seinasta bindið um Brahmadellarnar: ½ máni, ½ sól Eigil visti, at nú var bókaverkið liðugt. Brahmadellarnir, Bommhjarta, Jarðarferðin og ½ máni, ½ sól, tað var hansara íkast til bókmentirnar, í øllum førum til tær føroysku.
Ein bergtakandi, hjartanemandi, forvitnislig og stundum bersøgin frásøgn um 25 ára gomlu Deanu Jacobsen úr Haldórsvík, sum hvarv á gáturføran hátt í Grátufjørðinum í Grønlandi 14. juni 1966 og ongantíð spurdist aftur.